Dansihugni erfelag í Klaksvík, sum hevur til endamál at dansa og undirvísa í fólkadansi.Dansað verður í fimleikarhøllini við Skúlan á Skúlatrøð hvørt sunnukvøld allavetrarhálvuna. Frá kl. 19.30 -20.30 verður undirvíst í vanligum enskum dansi,foxtrot, valsi og polka. Frá kl. 20.30 – 22 verður undirvíst í fólkadansi.
Byrjað verðuraftur at dansa 13 . september kl. 19.30. Felagið ynskir at fáa so nógvarnýggjar dansarar við sum gjørligt.
Arbeitt verðurvið ymsum ætlanum fyri veturin. M.a. er ætlanin at skipa fyri einiuttanlandsferð, tá dansiárið endar. Hvagar farið verður, er ikki avgjørt enn.
Ætlanin er eisiniat skipa fyri nøkrum hugnakvøldum, har dansifeløg úr øðrum pørtum av landinumverða boðin við, og ætlanin er eisini at vitja onnur feløg í landinum.
Nevndin




