Fyri løtu síðani var farið undir at stongja Biskupsstøðgøtu orsakað av at eitt telt hjá Summarfestivalinum skal setast upp har.
Nú nærkast fyri evstamarki fyri Summarfestivalin, er ógvusligur aktivitetur í miðbýnum í Klaksvík. Stóra 1000 fermetrateltið er sett upp niðanfyri skýlið við fótbóltsvøllin og samstundis verður nú eisini Biskupsstøðgøta stongd fyri allari ferðslu, tí eitt telt skal setast upp har, líka frá Sparikassanum og yvir til Posthúsið.
Summarfestivalurin hevur í ár valt at keypa stóra teltið, so roknast kann við, at hetta fer at síggjast kring um í landinum til ymisk tiltøk. Fyribils er leiguavtala gjørd við Sjómannadagin um at teltið tá skal setast upp á Stongunum.
Tá vit fingu fatur á Steintór Rasmussen, greiddi hann okkum frá, at tað verður eitt sindur spennandi í ár við ferðsluni, nú Summarfestivalurin fyri fyrstu ferð verður fyriskipaður við føstum sambandi um Lorvíksfjørð. Vit vænta at fólk fara at taka bilin við til Klaksvíkar, tí hava vit ætlanir um samstarv við eitt nú Norðoya Bjargingarfelag, um at ávísa fólki, ið koma hendavegin við bili, á parkeringsmøguleikar. Tá Norðoyatunnilin lat upp á sinni sóu vit nevniliga, at sera góðir møguleikar eru fyri parkering í Klaksvík, men tað verður tó neyðugt at vísa fremmandafólki á hvar tey skulu fara at seta bilin frá sær.
Uppá fyrispurning okkara um hvussu nógv atgongumerki eru seld, sigur Steintór Rasmussen, at tað er ilt at siga nakað neyvt um júst í løtuni, men vit hava mett at eini 6000 atgongumerki eru seld í løtuni og vit rokna við størri mannfjøld til Summarfestivalin í ár. Í fjør lá talið tætt upp undir 8000 fólk, sum vóru á Summarfestivalinum, tá er tó alt tikið við sum vitjaði.




