Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So byrjaði niðurtøkan av Skúvadalshúsinum

Oliver Joensen

 Í gjár, leygardagin, hittust 10 menn og dreingir úti á Núpi, við ætlan um at fara eystur í Skúvadal at ríva gamla húsið frá 1941 niður, tí nýtt hús skal setast upp.

Ivast varð eina løtu, tí veðrið hevði ikki verið av tí besta um morgunin. Men so var avgjørt at fara.

Sigast má at vit fingu ein fínan dag og nógv frá hondini. Høvdu vit verið betur mannaðir, so høvdu vit kanska fingið alt niðurrívingararbeiði gjørt, men tað verður so næstu ferð við fara eystur.

Her niðanfyri, myndir frá degnum: