Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So byrjar fótbólturin so smátt aftur

Oliver Joensen

Nú kl. 13.15 byrjar Klaksvíkskappingin í fótbólti. Hóast veðurmaðurin ikki lovar gott veður, so er veðrið enn gott í Klaksvík.

Liðini sum bresta saman nú á Djúpumýru eru HB og B36. Kl. 15.30 seinnapartin kemur so túrurin til KÍ og Skála. Eftir ætlan verður finalan ímorgin, sunnudagin. Vit fara at leggja úrslitini út á heimasíðuna ídag, eins og ætlanin er eisini at fylgja hondbóltsdystinum ímillum VB og Stjørnuna í Vági.