Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So dragnaði aftur

Oliver Joensen

Kl. 19.00 í kvøld, nú bert ein tími er eftur, hava 2415 fólk verið á vali ímóti 2539 fyri fýra árum síðani.

Karl Johannesen, formaður í valstýrinum sigur  at í prosentum svara tølini til, at kl. 19.00 fyri fýra árum síðani høvdu 81% verið á vali, ímeðan einans 74% hava verið á vali í ár.
Men úr KÍ høllini verður sagt, at stríður streymur av veljarum eru á vali nú, og fyri fýra árum síðani valdu einans 100 fólk ímillum 19 og 20, so eftir øllum sólarmerkjum kunnu vit vænta útivið somu luttøku sum seinast, kanska heldur lækari.