Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So er kappingin á rutuni Føroyar Keypmannahavn veruleiki

Oliver Joensen

Í dag var eg við á fyrsta túrinum hjá SAS á rutuni Keypmannahavn Føroyar. Synd er at siga, at nógv ferðafólk vóru við, sum sæst á myndunum, so vóru nógv tóm setur. 

Sjálvandi verður hetta neyvan dagligdagurin, tí SAS hevur gjørt sera lítið burturúr at lýsa byrjanina av rutuni, hvat tað so man merkja.

Hetta er fyrstu ferð at Atlantsflog hevur fingið kapping, seinast var tá Faroe Jet royndi seg í kappingini.

Nógv grenj hevur verið inn á Atlantic hesi árini síðani. Nógvir viðmerkjarar hav fílst á ferðaseðlaprísirnar. Men nú kappingin er byrjað, sæst mest til tey, ið harmast Atlantsflog. Ein má bara ásanna at ilt er at gera øllum til vildar. Konspiratiónsteoriirnar tróta heldur ikki.

Men vit fara her at bjóa SAS vælkomnum til Føroya. Kapping plagar at roynast brúkaranum, so helst fara vit at síggja prísbroytingar frameftir.

Í kappingini ivast vit onga løtu í, at Atlantsflog hevur fyrimun, so man sterka toymið hjá okkara flogfelag ikki eisini fara at klára seg í kappingini, løgið skal tað vera um ikki Atlantsflog fer at fáa mong ár framyvir.