Í gjár gjørdu menn aftur ein offensiv í Skúvadal. Saman við lærarunum á timburdeildini á Tekniska Skúla í Klaksvík og timburlærlingunum, vóru eldsálir har eysturi og tóku í móti, tá tyrlan kom við kvistinum og yvirtromini á húsinum, og setti omaná veggirnar, ið frammanundan vóru settir upp har.
Eisini gekk væl við hinum projektinum, ið er tyrlulendiplássi, ið eisini verður gjørt. Ímillum nógv annað flutti tyrlan hjá Atlantic eisini ein stampara eystur, ið bleiv brúktur at stampa tyrlupallin við síðani grús og riunet. Nú er klárt at fáa betong eystur, so er tyrlupallurin liðugur.
Rómurin var óførur í Skúvadali, tá merkið kundi vindast á stong og siga frá, at nú er húsið reist.
Flestu okkara fóru heim til gongu um kvødið, men næmingarnir saman við lærara vóru eftir. Teir fóru undir at leggja tróður á, og at panela. Tey svóvu har í nátt í telti, og hava eisini arbeitt allan dag.




