Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So er tað alment: Liðskiparin hjá EB/Streymi til Skála

Jákup Ósá

Tað var mánakvøldið, at tað lá í kortunum, at Rógvi Egilstoft Nielsen fór at vera útleigaður til Skála fyri restina av kappingarárinum. 

Og í kvøld bleiv so so váttað, at Skála fær tilgongd av Rógva Egilstoft Nielsen. Tað er EB/Streymur, sum á sínari heimasíðu váttar, at felagið hevur gjørt sáttmála við Rógva fyri 2017 og samstundis leigað hann út til Skála fyri restina av hesum kappingarárinum. EB/Streymur hevur nærum tryggjað sær uppflyting, so helst er talan um góða avtalu fyri báðar partar fyri restina av kappingarárinum.