Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“So eri eg tryggari ..”

eftir Gunnar Gallstein

So segði ein limur í umboðsráðnum í Tryggingarsambandinum Føroyar, tá ið hann herfyri agiteraði fyri at verða valdur inn aftur í nevndina:

So segði ein limur í umboðsráðnum í Tryggingarsambandinum Føroyar, tá ið hann herfyri agiteraði fyri at verða valdur inn aftur í nevndina:

“So eri eg tryggari.”

Vit kunnu øll frøast um, at summi eru so heppin.

Men frá hesum stovni – Tryggingarsambandinum – eru eisini onnur vælsignilsir komin, sum eru fyri alt fólkið.

Her verður serliga hugsað um veðurtíðindini í sjónvarpinum, ið sum kunnugt koma frá Tryggingarsambandinum.

Soleiðis sum veðrið tíggjar sær við hesar veðurbardu klettar, er tað ein at kalla ómøgulig uppgáva at bera Føroya fólki veðurtíðindini á ein positivan og stuttligan hátt.

Men so genialir eru teir í Tryggingarsambandinum, at eisini hesa uppgávuna megna teir til fulnar, og tað gera teir við stuttleikafilmunum um Trygva og Flossa , sum teir vísa saman við teimum ofta ófrættakendu veðurtíðindunum á ein slíkan hátt, at alt endar í látri og stuttleika.

Ofta keðast fólk við tíðini av at síggja tað sama umaftur og umaftur. Men soleiðis er ikki her. So ótrúligt, sum tað ljóðar, gerast Flossa-filmarnir stuttligari fyri hvørja ferð, tú sært teir.

Men teir eru ikki vandaleysir. Frá toluliga álítandi keldum í sjúkrahúsverkinum hava vit fingið at vita, at seinasta vetur doyðu fleiri eldri fólk av láturkrampa í sambandi við veðurtíðindini í sjónvarpinum.