Leygardagin í næstsíðstu viku var áhugavert brúðleyp í Keypmanna Havn, tá kendasti klaksvíkingurin Todi Jónsson giftist unnustu síni Andreu Vinthen.
Vígslan var í Godthåbskirkjuni í Keypmannahavn, og ongin annar enn Henning Bøgesvang var komin úr Svøríki at smíða tey bæði Toda og Andreu saman í hjúnarlag.
Nógvir føroyingar vóru til vígsluna og eisini vórðu fleiri av vinmonnum Toda farnir úr Klaksvík til Keypmannahavnar fyri at vera við til brúdleypið. Andrea, sum er undir útbúgving sum ljósmóður er úr Keypmannahavn.
Veitslan hjá teimum báðum stóð í Restaurant Kongens Have í Kronprinsessegade í Keypmannahavn.
Men Todi er yrkisfótbóltsleikari og tí er ikki so nógv tíð til hugna eftir brúdleypið. Ein av fyrstu uppgávunum, FCK skal loysa, er at vinna á KÍ í Klaksvík, og tá Todi sjálvur er ein av fyrireikarunum til føroyatúrin hjá liðnum, hevur hann havt úr at gjørt síðani brúdleypið.
FCK skal spæla móti KÍ mánadagin og spennandi verður at síggja hvussu leikur fer.
Vit á Norðlýsinum hava fylgt sera væl við Toda á yrkisleið hansara innan fótbólt, eins og Todi vann hjarta okkara á heilt ungum aldri eins og hann hevur gjørt hjá so mongum.
Vit fara at ynskja teimum báðum hjartaliga tillukku við hátíðardegnum og vóna at tey fáa nógv góð ár saman.




