Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So flúgva pílarnir aftur

Jákup Ósá

Ársins fyrstu tvær kappingarnar av tjúgu í FM í dart vóru um vikuskiftið í Klaksvík.

33 mannfólk og 7 konufólk høvd boða frá luttøku, og legði ein beinanvegin merki til at teir flestu hava ikki ligið á latu síðuni í summar. Støði frá byrjan var høgt, tá hugsa verður um at hetta er fyrsta kappingin og vóru fleiri góðir dystir at síggja.


Nýggj skipan

Tann fyrra kappingin hjá monnum, er skipað soleiðis at aftana bólkaspæl verða teir betri spælarnir koyrdir í ein A bólk og restin fer í ein B bólk. Hetta er gjørt orsaka av at støði millum teir bestu leikarnar er hækkandi og trubult er hjá nyggju spælarunum at fylga við. Men í einum B bólki hava allir leikarnir ein møguleika at verða við og vinna sær heiðursmerkir og stig til at kvalifisera seg til FM.

Seinna kappingin hjá monnum er ein beinleiðis Cup kapping, har eingin leikari er seedaður.

Tann stóri spurningurin aðrenn ársins kapping var um Remy G Hansen úr Kongshavn og Barður Olsen úr HDF aftur fóru at verða einaráðandi í ár. Beinanvegin sæst at støði á spælinum millum teir ið hava lúrt aftanfyri toppin seinnu árini er hækkandi og hevði Remy stórar trubuleikar ið at vinna seg í A bólkin, tá hann heldur óvænta í fyrsta dystinum tapti á Hans Emil Haraldsen úr HDF. Eisini lógu nøkur yvirraskandi úrslit og lúrdu, og var onkur av teim seedaðu leikarnum noyddur at fara niður í B bólkin at spæla í fyrstu kappingini.

Av tí at Remy gjørdist Nr 2 í sínum bólki, og FM vinnarin frá í fjør Barður Olsen úr HDF sum vænta vann sín bólk, var longu sikkurt at vit ikki fingu eina finalu ímillum nr 1 og 2 seedaðu spælarnar.

Í hálvfinaluni í A bólkinum stóðu Remy og Barður yvir av hvør øðrum og í hinari vóru Jens Albert Simonsen úr VDF og Esmar Mikkelsen úr Pílar í skot.

Jens Albert hevur í fleiri ár verið við heilt har uppi í føroyskum dart og er hann næstan hvørjaferð ímillum teir 8 bestu leikarnar til kappingarnar, at Esmar kemur heilt fram til hálvfinaluna er ótrúliga flott, tá hugsa verður um at hann er sjómaður og ikki fær vænt líka reguliga sum aðrir, men evnini hevur hann sum fáur. Fyrra hálvfinalan endaði við at Jens Albert sum vænta dró longra stráði og vann 4-1

Seinna hálvfinalan var eitt brak av einum dysti, har Remy við einum útgangið á 160 visti at honum kann man rokna við í ár. Remy vann dystin 4-3 á Barður.

Í finaluni kendi Jens Albert ikki sína vitjunartíð, tá hann misti nakrar doublar og tískil vann Remy trygt finaluna og gjørdist sostatt vinnari av ársins fyrstu kapping.

Kappingin í Bólkinum gjørdist eins spennandi sum man væntað, her vóru fleiri góðir og royndir leikarar við og var Niels Thomsen úr HDF favorittur at vinna B bólkin tá hann kom til kappingina sum seedaður Nr 8. Niels kom sum vænta í hálvfinaluna, men mátti lúta fyri Jákup Martin Jacobsen úr Kongshavn.

Í hini hálvfinaluni vóru Johannes Johannesen úr HDF og Allan við Rætt úr Tofta Dart, Allan ið kom heilt langt í onkrari kapping í fjør, lat ongan iva verða um at hann skuldi í finaluna.

Finalan bleiv sostatt ein rein eysturoyar uppgerð og vann Allan við Rætt 4-1 á Jákup Martin

Hja kvinnunum vóru tíanverri bert 7 leikarar við í fysrtu kappingunum. Og fyrru kappingina vann favoritturin og FM vinnarin frá í fjør Gunnbjørg Dam úr HDF. Gunnbjørg er the grand old lady innan føroyskt dart. kvívíkskvinnan sum er farin upp um tey 60 er ein mynd av at dart hevur onga aldursgrensu. Í finaluni tók Gunnbjørg ímóti ungu og evnaríku Maibritt Káradóttir Hvíthamar úr HDF. Her tók rutinan hjá Gunnbjørg yvir og vann hon sannførandi.


Beinleiðis Cup og Familjan Olsen úr Skopun

Seinna kappingin er sum aður lyst ein beinleiðis cup kapping hja monnum, meðan kvinnurnar hava tvær ”vannligar” kappingar.

Hja kvinnunum spældu Terja Ósa úr KDF og Eydna Olsen úr Team Sandoy seg í 1 hálvfinaluna. Og var tað bara jarnið á bullinum ið avgjørdi dystin. Terja legði bráddliga frá landið og vann seg uppá eina trygga leiðslu á 2-0. Í triða settinum fylgjast baðar niður og tá hon stendur og manglar 50, tekur hon avgerð at seta pílin í tann reyða bullin og sostatt koma í finaluna, men ólukkutíð fyri hana rakar hon tann grøna og so tók Eydna yvir og vann spennandi hálvfinaluna 3-2

Í hinari hálvfinaluni møttust Durita Joensen úr KDF og Birthe Bakatseq Sikivat úr HDF, her gjørdist Durita tann drúgvara og vann finaluna

Finalan fjørdist spennandi og til tíðir væl spæld. Eydna sum man kann rokna nógv við í ár, og Durita sum hevur verið eitt darttalent í fleiri ár, vístu okkum eina frálíka finalu, har tað endaði við at Eydna vann 4-2

Kappingin við beinleiðs Cup hja monnum var sum vænta ógvuliga spennandi og longu í 1 umfarinum møttust fleiri av teimum seedaðu. Millum annað vann Bogi Isaksen úr KDF á Jón Johansen úr VDF og eisini tað mest yvirraskandi var at føroyameistarin frá í fjør Barður Olsen reyk út longu í fyrsta dystinum, tá hann møtti Petur Thomsen úr Tofta Dart.

Tá farið var um nátturatíð var komið fram til hálvfinalurnar. Remy G Hansen ið vann fyrru kappinga møtti Boga Isaksen og Hans Eivind Olsen úr Team Sandoy møtti Jan Midjord úr HDF. Baði Remy og Hans Eivind vunnu sínar hálvfinalur lutfalsliga trygt.

Undan finaluni hevði kona Hans Eivind vunnið gull hjá kvinnunum, so spenningurin var stórur um maðurin kundi gera henni bragdið eftir. Í finaluni stóð raðandi mótstøða, men beinanvegin sást at Hans Eivind saktans kundi gera okkurt við Remy í dag. Og vendin var at hann vann trygt 5-2 í finaluni og so kundi hjúnuni fara smílandi um Skopunarfjørð við hvør sínari gullmedalju.

Næsta FM kapping verður í Skopun tann 24 september

Úrslit:

Menn A bólkur

1. Remy G Hansen (Kongshavn)

2. Jens Albert Simonsen (VDF)

3. Barður Olsen (HDF)

Menn B bólkur

1. Allan við Rætt (Tofta dart)

2.Jákup Martin Jacobsen (Kongshavn)

3. Johannes Johannesen (HDF)

3. Niels Thomsen (HDF)

Kvinnur

1.Gunnbjørg Dam (HDF)

2.Maibritt Káradóttir Hvíthamar (HDF)

3.Eydna Olsen (Team Sandoy)

3. Birthe Bakatseq Sikivat (HDF)

Menn beinleiðis cup

1. Hans Eivind Olsen (Team Sandoy)

2. Remy G Hansen (Kongshavn)

3. Bogi Isaksen (KDF)

3. Jan Midjord (HDF)

Kvinnur onnur kapping

1.Eydna Olsen (Team Sandoy)

2.Durita Joensen (KDF)

3.Terja Ósa (KDF)

4.Birthe Bakatseq Sikivat (HDF)