Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So fór mai afturum – og hvussu var hann?

Hanus Kjølbro, Sjónám

Mai mánaður í ár fer ikki í søguna, tí hann var serliga góður. Her hugsi eg um veðrið.Veðurskipanirnar við há- og lágtrýstum háttaðu seg soleiðis, at tað var ofta høgætt í júst farna mánaði, og undantikið í einar 6-7 dagar, so var ættin ímillum útnyrðing og landnyrðing. Høgættir eru kaldar, og tær gera serliga nógv keðiligt um seg norðantil.

Mai mánaður í ár fer ikki í søguna, tí hann var serliga góður. Her hugsi eg um veðrið.

Veðurskipanirnar við há- og lágtrýstum háttaðu seg soleiðis, at tað var ofta høgætt í júst farna mánaði, og undantikið í einar 6-7 dagar, so var ættin ímillum útnyrðing og landnyrðing. Høgættir eru kaldar, og tær gera serliga nógv keðiligt um seg norðantil.

Á heimasíðunu hjá DMI eru hagtøl at lesa. Tað ber til at lesa nógv tøl fyri Akraberg, Tórshavn og Vága floghavn – tølini eru um um hita, avfall, lufttrýst, ættir og annað. Bera vit øll hesi tølini saman við tølini frá árunum 1961 til 1990, kunnu vit siga okkurt um veðrið í mai í ár og veðrið í mai øll árini aftur til ár 1998.

Ættirnar skikka sær sær so ymiskt í bygdum og býum í Føroyum. Serliga eru tølini um hita og avfall so ymisk. Ættirnar kunnu vera ymiskar eisini, men munurin er sjáldan stórur, og bert ímeðan veðrið er við at broytast. Tí kunnu vit fyri fyrst taka ættina fyri mai mánaða í Tórshavn at vera tað sama sum fyri restina av landinum.

Miðalhitin í mai (1961-1990) er 7 stig. Tey 18 árini síðan 1998 (mai í ár taldur við) hevur miðalhitin fyri mai verið oman fyri 7 stig 11 ferðir. Hini 7 árini er miðaltalið lægri enn 7 stig. Hetta er tøl fyri Havn.

Heitasti mai mánaður síðan 1998 var í 2008. Tá var miðalhitin 8,8 stig. Í mai í 2008 var mai eitt sindur blandaður, hvat ættini viðvíkur. Byrjanin av mánaðinum var fyri tað mesta lágætt, men so komu nakrir dagar við kaldari høgætt. Lágættin kom tó aftur og otaði ta køldu høgættina burtur aftur. Men tað var eitt sindur aftur og fram við ættini. Sólin var frammi í 210 tímar í mai tað árið, og tað var samstundis tann sólríkasti mánaðurin í øllum árinum. Miðaltalið fyri ársins fimta mánað 1961-1990 er 124 tímar. So sólin var frammi í næstan tvífalt so langa tíð í mai í 2008. Tað regnaði ikki nógv hendan mánaðin, bert 21 mm borið saman við 70mm (1961-1990). Mai í 2008 var sostatt heitur, sólin skein nógv, og so var hann sera turrur eisini.

Kaldasti mai mánaður síðan 1998 var í 2005. Tríggjar fjórðingar av mánaðinum var ættin útnyrðingur; ein fjórðing var ættin landnyrðingur. Miðalhitin var tí bert 5,7 stig – t.e. 0,5 stig lægri enn mai í ár, og tað er ikki so lítið. Sóltímarnir vóru tó fleiri enn normalt: 152 tímar – t.e. 26 tímar meiri. Avfallið var beint undir normalinum í mai í 2005: 63 mm í mun til 70 mm. So mai í 2005 var sera kaldur, hampuliga sólríkur og turrur við klárum lofti.

Í mai í ár var miðalhitin 6,2 stig. Hetta eru 0,8 stig undir miðalhitanum (1961-1990). Sólin var frammi í 151 tímar – t.e. 25 tímar fleiri enn 1961-1990. Næstan tað saman sum í 2005. Avfallið hevur verið 139 mm í mun til 70 mm (1961-1990) – t.e. nærum 100% meiri avfall en 1961-1990! So mai í ár var nakað kaldur, sólin skein eitt sindur og avfallið var ógvuliga nógv.

Eftir mai kemur juni. Taka vit fyrst 2005, tá ið mai var so keðiligur, so gjørdist juni tað árið eitt lítið sindur heitari enn normalt (1961-1990), og restin av árinum eitt fit petti oman fyri miðalhitan. Í 2008, tá ið mai mánaður er tann besti síðan 1998, gjørdist alt árið eitt sindur heitari enn normalt – oktober tó undantikin.

Hvussu restin av árinum í ár fer at verða, fáa vit at síggja.