Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So fóru teir aftur á Flemish Cap

Oliver Joensen

 Um 11 tíðina fyrrapartin, fór Klakkur út eftir Vágni. Komnir út á hav seta teir kós vestur um Atlantshavið til Flemish Cap, har teir helst fara at seta, egna kryvja, avhøvda og frysta tosk í einar tveir mánaðir.

Men fyrst skulu teir sigla teir umleið 1600 fjórðingarnar á fiskileið. Tað tekur teimum eini átta nýggju samdøgur um veðrið skikkar sær væl á vegnum. Sum sær út í løtuni, so sær ikki so eru veðurforsøgnirnar hampuligar á leiðini. Og tó, tað er altíð mótvindur vesturyvir og hinvegin er undan heim.

Við Klakki eru 16 mans, skipið tekur um 300 tons av kruvdum og avhøvdaðum toski í frystilastina. Teir fara at fiska av eini felagskvotu sum er á leið 2.300 tons. Rokna verður við, at Klakkur skal fiska upp í einaferð og leggja veiðuna upp í St. Pier og síðani fara út aftur og fiska upp í  lastina einaferð afturat áðrenn skipið kemur aftur til Føroyar. Gongur væl, skuldi hetta sum sagt tikið um leið tveir mánaðir.

Norðlýsið var á støð tá teir fóru, her nakrar myndir: