Enn hevur fiskiskapur stóran týdning í lokalsamfelagnum, tað merktist væl á fjøldini, ið møtt var at siga manningini á Gadus farvæl ídag. Ætlanin var at teir skuldu fara um trítíðina, men fráferðin bleiv útsett til klokkan 17. Veðrið var gott ídag og lagið var eisini gott, hóast tað mundi standa á hjá mangum at siga farvæl til konu og børn, unnustu ella mammu. Men tað eru treytirnar hjá teimum, ið balast á havinum.
Hóast tað, so var gott lag á manningini, teir ivaðust ikki í, at teir fóru at vera skjótir aftur, onkur helt longu til Ólavsøku um væl bar á.
Vit lata myndirnar frá ídag tala.




