Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So gavst Dúgvan

Oliver Joensen

Leygardagin kl. 10.15 var seinasti túrurin hjá Dúgvuni av Klaksvík, og ikki kann sigast annað enn at hon fekk eitt tignarligt farvæl.

Lorvíksfjarðarleiðin er nú søga, og tey eru mong, ið hava bæði góð og minni góð minnir frá túrunum um Leirvíksfjørð, tó positivu upplivingarnar munnu vera tær sum standa eftir hjá flestum okkara.
Stóra mannfjøldin, ið hevði leitað sær norður á Varpið ella Stengurnar leygardagin, prógvaði eisini, at fólk vildu geva sítt til eitt hugnaligt farvæl til Dúgvuna.
Ikki minst áhugavert var at síggja allar traillararnar, ið heilsaðu Dúgvuni tá hon fyri seinastu ferð legði út áv Vágni. Tríggjar ferðir snúði Dúgvan sær á stýriborð, áðrenn hon setti ferð á út eftir Vágni, ímeðan mannfjøldin, hornorkestrið og teir mongu traillararnir, ið hava havt sínar dagligu koyringar um Leirvíksfjørð, heilsaðu.
Hetta var ein løta sum flestu okkar seint munnu fara at gloyma.