Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So gingu bispar og prestar fram á rað

Dávur Winther

Í dag var hátíðarguðstænasta í Christianskirkjuni, nú kirkjan kann hátíðarhalda sín 50 ára dag, síðani krkjan varð vígd, 7. juli 1963.

Í dag var hátíðarguðstænasta í Christianskirkjuni, nú kirkjan kann hátíðarhalda sín 50 ára dag, síðani krkjan varð vígd, 7. juli 1963.

Nógv varð gjørt burturúr, við kórsangi, hornspæli og fleiri vóru í føroyskum búna og annars festskrýdd. Sjónvarpsupptøka og deyvatolkur bóru eisini guðstænastuna frá fullsettu kirkjuni út um bøgarðarnar.

Undan gingu bispur og presar inn í kirkjuna, síðani landsstýrismaðurin í Mentamálum, Bjørn Kalsø saman við Jógvan Skorheim, borgarstjóra og Signhild V. Johannesen, forkvinnu í Mentanarnevnd býráðsins.

Eftir teimum kirkjuráðslimir og umboð fyri aðrar kirkjur og ráð.

Eftir inngangsbønina við Hákun Dam, dekni, byrjaði Magnus Brahe Jørgensen, prestur. Síðan greiddi Hanus á Gørðum, prestur frá avgerðinu um at byggja Christianskirkjuna og fram til í dag við umvælingum og stákan.

Bispur helt prædikuna, úr Fjallaprædikuni og takkaði fyri stóra arbeiðið í var lagt í kirkjuna bæði umvælingina av altartalvuni og ikki mints nú kirkjan hevur fingið enn eina altartalvu við vakra listaprýðinum, Jesus úr Nasaret, sum Edward Fuglø hevur gjørt í góðum samstarvi við Sjúrða Sólstein.

Maria Jørðdal Niclasen, Viðareiðisprsetur lýsti signingina og Karl Gudmund Henriksen, deknur las útgangsvbønina.

Til høvið varð ringt við klokkuni úr gomlu kirkjuni á Ziskatrøð, sum hongur á loftinum omanfyri urguna. Ólavur Samson var klokkari.

Eftir guðstænastuna varð boðið niður í kirkjukjallaran til føðingardagskaku – lagkaku og ein kaffimunn.

Boðið varð til høgtíðsdøgurða fyri innboðnum – ein 300 fólk og í kvøld klokkan 20 verður konsert við High Five, Kristinu Bærentsen og Nicolinu á Kamaranum.