Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So hendi tað aftur

Oliver Joensen

Klaksvíkar Kommuna fer ikki at standa á síðulinjuni og bert góðtaka tær áhaldandi miðsavningarætlanir, ið vit eru vitni til í hesum døgum.

Ikki hevði eg meir enn lagt pennin í málinum um Akstovuna, fyrrenn eg lesi í miðlunum, at nú eru ætlanir um at miðsavna føroysku løgregluna í Tórshavn.

Miðsavningin skuldi eftir øllum at døma gerast skjótt og friðarliga, men eg ætli mær ikki, at henda dulda tilgongd skal sleppa at ganga friðarliga fyri seg.

Ein tann mest týðandi uppgávan hjá okkum, politikarum, er at skapa tryggleika fyri borgaran, og løgreglan er eitt ógvuliga sentralt amboð hesum viðvíkjandi.

Tey fólkavaldu
hildin uttanfyri
Tað er ikki bert Klaksvíkar Kommuna sum undrast á mannagongdina hjá fútanum. Eitt nú Høgni Hoydal, hevur ein sera viðkomandi spurning til landsstýriskvinnuna í Innlendismálum, um landsstýriskvinnan og hennara fyristing hava góðtikið, at djúptøknar bygnaðarbroytingar verða framdar í løgregluni og ákæruvaldinum í Føroyum, uttan at løgting, landsstýri, kommunur ella aðrir fólkavaldir myndugleikar eru við í arbeiðinum?

Sambært upplýsingum í málinum er tað fútin, ið hevur ábyrgdina av hesi ætlan.

Eg vil harðliga átala hesa mannagongd. Klaksvíkar Kommuna er als ikki hoyrd í hesum álvarsmáli.

Tí er tað sera ørkymlandi at frætta, at embætisfólk fremja leikirnar í hesum talvi, meðan vit fólkavaldu verða sett á síðulinjuna.

Løgreglustøðir stóran
týdning fyri tryggleikan
Klaksvík hevur við tíðini ment seg at verða næststørsti býur í Føroyum, og bert tankin um, at eingin løgreglustøð skal verða á næststørsta plássi í Føroyum, kann als ikki góðtakast.

Tað er millum annað við einari vælvirkandi løgreglustøð, undir leiðslu av sýslumanninum, at Klaksvíkar Kommuna hevur ment seg til tað, hon er í dag.

Løgreglan er ein veitari av trygd, og bæði borgarar og vinnufyritøkur hava tørv á hesari trygd fyri at kunna liva og virka á best møguliga hátt.

Samfelagið mennist alsamt, og vit hava vunnið størri frælsi, framgongd og fólkavøkstur. Tíverri eru eisini vandar í hvørjari vælferð, har truplir borgarar, ið ikki virða landsins lógir, seta krøv til skipanir, ið kunnu basa trupulleikunum og verja fólkið.

Núverandi vaktarskipan, sum verður samskipað frá løgreglustøðini í Tórshavn, hevði við sær, at fyri kortum tók tað ein heilan tíma hjá løgregluni at koma vegin fram til eitt álvarsamt ferðsluóhapp á Viðareiðisvegnum. Hetta er ikki gott nokk. Tí er óhugsandi at tær bygnaðarbroytingar, sum nú eru frammi kunnu koma uppá tal. Hetta má harðliga átalast.

Eg eri sannførd um, at vælvirkandi løgreglustøðir eru neyðugar á stóru økjunum í Føroyum.

Eg vil heita á Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum, og landspolitikkarar, sum hava ábyrgdina og møguleikan at forða hesum ágangi, um at fáa greiðu á nevndu viðurskiftum.

Skriv um hesi viðurskifti eru í dag sent fútanum og landsstýriskvinnuni í innlendismálum.

Gunvá við Keldu
Borgarstjóri