Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So hevur Akraberg loyst aftur

Danial Viðoy

Fyri lítlari løtu síðani loysti Akraberg til frama fyri makrelveiðu. Akraberg er nýggja skipið hjá sp/f Framherji hjá Anfinni Olsen. Fyrsta royndin miseydnaðist vegna nógvar byrjanartrupulleikar.

Fyri lítlari løtu síðani loysti Akraberg til frama fyri makrelveiðu. Akraberg er nýggja skipið hjá sp/f Framherji hjá Anfinni Olsen. Fyrsta royndin miseydnaðist vegna nógvar byrjanartrupulleikar.

Fyri góðum tveimum vikum síðani loysti Akraberg, men kom inn aftur eftir góð tvey døgn og uttan serliga roynd. Tað lak tá í lastini og aðrir trupulleikar stungu seg upp.

Í tvær vikur hava arbeiðsfólk arbeitt fyri at fáa skipið í ordan aftur og fullfíggjað tað. Nú varð klárt aftur.

Vónandi fer at gangast betri hesaferð.

Norðlýsið ynskir Akraberg og manning bestu eydnu. Og ein serlig heilsan frá høvundanum á greinini.