Norðlýsið hevur heitt á Jógvan við Keldu,sum hevði tætt samband við Elieser Poulsen, um at gera nakrar viðmerkingar til at Thule bókhandil er niðurtikin og nú er søga.
Norðlýsið hevur heitt á Jógvan við Keldu,sum hevði tætt samband við Elieser Poulsen, um at gera nakrar viðmerkingar til at Thule bókhandil er niðurtikin og nú er søga.
Eftir krígslok og heilt fram til 1970 vitjaði hvørt
einasta skúlabarn bókhandilin Thule, sum
var ein spennandi miðdepil og mentanarberi
í Klaksvík. – Har hendi so nógv
Fyri skúlaungdómin og uppvaksandi ættarliðið í 1950unum og 60unum var Thule Bókhandil ein spennandi miðdepil, ein mentanarberi við bókum, bløðum og pappírsvørum, har vórðu keyptar skúlabøkurnar og skúlareiðskapur. Eisini vóru grammofonplátur, musikkinstrument, leikutoy í rúgvuvís o.a. – Ja, her hendi so nógv.
Umframt varð í bókhandlinum gjørt rættuliga nógv av fotografering, tilevnaðar mappur við myndum, postkort, og gjøgnum árini arbeiddu fleiri danskir fotografar í tíðarhóskandi atelieri. Í 2010 var sera forvitnislig framsýning í Skálanum, sum Magna Thomassen og Hanna Hansen løgdu til rættis við myndum, sum stava frá Eliesari Poulsen og Thule og sum hevur verið við til at varðveitt virðismiklar partar av søguni.
Giftist og búsettist í Klaksvík
Elieser Poulsen, sum var føddur í Gøtugjógv 15. januar 1898, kom til Klaksvíkar í február 1926. Eftir at hann fekk læraraprógv í 1917, fór hann tvey ár til skips og arbeiddi síðani m.a. í handlinum hjá J. Dahl á Gørðunum í Vági, sum eftir hansara tykki var eitt sera upplivingarríkt arbeiðspláss. Har var hann í eini 6 ár.
Eftir hesi seks árini í Vági, kom Elieser til Klaksvíkar á skrivstovuna hjá J. F. Kjølbro í 1926, har hann var í umleið 23 ár. Var eisini stutt leiðari á timburdeildini. Í 1949 fór hann haðani í Thule Bókhandil, sum hann stovnaði 1. január 1947 sambært danskar bókhandlaraupplýsingar.
Í 1927 giftust tey bæði Anna Sofía Elisabeth f. Joensen, ættað av Viðareiði, vanliga kallað Fía, og Elieser. Fía kom at vera Elieseri ein stór hjálp í handlinum, har systir hennara, Marianna, eisini var. Tey bygdu hús á Biskupsstøð, tí var hann av gomlum klaksvíkingum ofta kallaður Elieser á Biskupsstøð.
Longu 13. oktober 1927 sæst í útskrivt av gerðabók bygginevndarinnar at hann fer at byggja: “Aar 1927 den 13. okt. blev der meddelt byggetilladelelse til Hr. E. Poulsen paa en vaanhusbygning stor 11 x 12½ Al. Beliggende paa Biskopstø vestenfor det forhenværende Lützen og Winthers Bageri og parallellt med dette”.
Árið eftir – 8. mars 1928 – verður undirskrivað skeyti tinglisið 3. juli, har J. F. Kjølbro selur byggiøkið til húsini, sum seinni varð kallað Thule.
Hvussu var Elieser Poulsen
Beinanvegin Elieser Poulsen kom til Klaksvíkar, vísti hann, at hann var ein tátíðar íverkseti. Hann hevði góð evnir á ymiskum økjum, var altíð spentur uppá nýtt, eisini musikalskur og hevði alsk til kór- og klassiskan tónleik.
Hóast útbúgvin lærari, fór hann ikki í lærarastarv, her kann hugsast, at hann ikki vildi binda seg til tað, tí hann “vildi alt”, og hann ynskti ikki at verða fjøtraður. Tó segði hann mær einaferð, at hann kundi ynskt at tikið nakrar sangtímar, og spurdi tí svágin Alexander Enniberg, sum var skúlastjóri, men sum, Elieser segði, so “tosaði Enniberg tað bara burtur”.
Umframt, at hann kom samkomuni í Betesda væl við sum organistur í nøkur ár, stovnaði hann fyrsta sangkórið innan brøðrasamkomuna longu í 1926. Hetta varð eitt gjøgnumbrot, og var púra ókent fyri fókinum her. Her skuldi bæði treiskni, dirvi og breiður ryggur til.
Víðlyntur
Á hesum økinum kann eisini nevnast hansara víðlyndi. Nakað eftir kríggið, hevði hornorkestrið í Klaksvík eitt upphald. Tað fekk Elieser saman við Theodor við Keldu, teir vóru sera væl báðir, at læna hornini fyri at fáa ungdómin í Betesda at blása. Elieser ynskti at fáa eitt hornorkestur serliga til útimøtir, tí hornini røkka so langt. Hetta varð so gjørt, inntil Klaksvíkar hornorkestur so varð “endurstovnað í 1950”, og teir skulu brúka hornini aftur.
Eisini var hugskotið hjá teimum báðum at gera eina roynd við Betesdakórinum at syngja saman við Klaksvíkar sangfelag, sum Sámal Petersen leiddi. Hetta varð gjørt tvær ferðir sum ein roynd, ein í Betesda og ein í fimleikarahøllini, har tey eisini sungu hvørt sær, er mær sagt frá.
Nýbrot í føroyskum bókhaldssystemi
Eftir krígslok, stovnaðu teir báðir Elieser og Theodor fyritøkuna Føroyabók/Rona. Tað var serliga Elieser, sum var upprunin og hugskotspersónurin aftanfyri. Fyritøkan var í Vági/á Vágsheygnum (nú eitur tað Upsalagøta 7). Eg hoyrdi frá manni uttanfyri samkomuna, at ætlanin við hesari fyritøku var, um avlop varð, skuldi hetta fara til trúboðarar.
Føroyabók var eitt nýútarbeitt “føroyskt” bókhaldssystem, har prentsmiðjan, sum eisini var í sama húsi, prentaði skjøl, bókhaldstilfar, meðan bókhaldskassarnir, sum vóru úr jarni, vórðu smíðaðir í Blikksmiðjuni hjá Kjølbro.
Elieser, fór onkrar sølu- og framsýningartúrar t.d. til Havnar við Føroyabók-systeminum, har framsýning m.a.var í Losjuni og eitt nú, legði hann tilrættis bókhaldið hjá Telefonverkinum.
Tríggir partar úr einum
Fyritøkan teirra millum helt uppat í 1949/50 og fór í tríggjar partar. Teir høvdu jú báðir annað arbeiði.
Eftir at fyritøkan varð niðurløgd, keypti Jógvan F. Tróndheim, sum hevði arbeitt í fyritøkuni, og verið í Danmark á stuttum skeiði, maskinurnar og hendan partin og rak tað undir navninum J.F. Tróndheim. Dánjal P. Nielsen keypti navnið Føroyabók
Heilsølan Rona, sum innflutti vørur úr Bretlandi eftir kríggið, varð seld til danan Alfred Møller Jensen, sum búði í Klaksvík frá 1947 til 1964, men flutti ikki endaliga til Danmarkar aftur fyrrenn 1967. So tað komu á ein hátt tríggjar fyritøkur út frá hesi einu.
Var altíð ein spennandi persónur
Tað hevur ofta verið sagt, at Elieser var “uppfinnarin og íverksetarin”, meðan konan Fía hevði fíggjarstýringina.
Sigast má, at hann var ein spennandi, evnaríkur og nýskapandi íbirtari og íverksetari og gekk uppí eitt við “fullari ferð´”, inntil hann ikki hugsaði so nógv um tað meiri. Hann var eisini ein serstakur Ísraelsvinur og fylgdi sera væl við landinum frá 1948.
Minnist einaferð eg møtti honum. Hetta var meðan 1967-kríggið í Ísrael leikaði í. Tá rættir hann hondina vælnøgdur upp í tí hann hálvavegna rópti: “Ísrael hevur vunnið í luftini, og tann sum vinnur í luftini, vinnur kríggið”! – Eisini var hann bíbliulærari burturav.
Hann vildi hava sítt ígjøgnum
Hoyrdi eina nokk so stuttliga søgu, sum eg seinni spurdi Elieser, um hon var sonn. Hann bara smíltist og flenti eitt sindur. Fari at loyva mær at endurtaka hana.
Hann kepti økið frá Jógvani Kjølbro. Kjølbro skuldi siga við hann, at “eg kann selja tær økið, treytað av, at tú ikki fært tær handil”. Tað var í lagi. Nú seinni, tá Elieser byrjar bygging, sær Kjølbro, at har eru størri vindeygu í kjallaranum. Tá sigur Kjølbro við Elieser: “Vit avtalaðu, at tú ikki skuldi hava forrætning í húsinum”! “Nei” svaraði hann aftur, “tað er Fía”. Meiri var ikki burturúr hesum. Tá vit hyggja aftur á tey viðurskiftini, sum ráddu tá, so er kanska ikki heilt onki í hesum, serliga tá vit síggja, at Bókhandilin helst er stovnaður 1.januar 1947 og Elieser arbeiddi hjá Kjølbro til 1949. Tá eg spurdi hann, um tað passaði, smáflenti hann bara.
Hann vildi so nógv
Eitt av mongu átøkunum hjá Eliesari var, at hann á gamalsaldrinum stovnaði kamarorkestur í Betesda í 1975, tá var hann 77 ára gamal. Sjálvur var hann í Danmark fyri at útvega instrumentini. Orkestrið spældi í eini tvey ár. Onkrar upptøkur finnast av hesum saman við Betesdakórinum.
Tað er mangar sjarmerandi søgur um Elieser! Jú, eg haldi, at hann hevði eitt motto: “Av tí, at tað altíð hevur verið so, vil eg hava eina broyting.”
Hópin av søgutilfari hjá skrivandi fólki
Tað er so nógv, sum kann sigast um bæði Elieser og Fíu saman við systrini Mariannu, so hetta var bara ein pinkalítil viðfáningur og nakrar viðmerkingar í samband við niðurtøku av Thule bókhandli. Men ein áhugaverdur miðdepil og mentanarberi var Thule í sínari virkistíð frá 1947 til 1970, sum nú er farið í søguna.
Helst fer onkur skrivandi persónur at taka táttin upp í komandi tíð at skriva um hetta heimið, hesa fyritøkuna og henda serstaka miðdepilin.
_________________________________________________________
THULE – dagfestingar og ognarviðurskifti í høvuðsheitum
“SKØDE – Underskrevne Joen Fr. Kjølbro af Klaksvig sælger og overdrager herved Hr. Elieser Poulsen af Klaksvig et areal til Grundstykke for et Vaanhus, stort 120 Kvadratmeter, af det mig tilhørende Grundareal i Biskopstø, beliggende vestenfor det saakaldte gamel bageri, og da Købesummen 100 kr. – eet Hundrede Kroner er berigtiget, skal ovennævnte Areal med de samme Rettigheder og Forpligtelser hvormed det hidtil har tilhørt mig fra nu af være Hr. Eliesers Poulsens Ejendom, fri for hver Mands Tiltale, idet jeg indestaar for Vanhjemmel efter Loven.
Til Bekræftelse herpaa har jeg underskrevet dette Skøde i tvende Vitterlighedsvidners overværelse.
Klaksvig, den 8. Marts 1928 J. F. Kjølbr0.
Til vitterlighed:
Jenny Nielsen (seinni Gaard red.)
Sigurd Joensen (seinni Berghamar red.)
Um hesa tíðina verður “fyrsta byggistig” av Thule bygt.
Í 1944 keypir Eliesar øki afturat frá J. F. Kjølbro við skeyti undirskrivað saman við Karen Kjølbro, tinglisið 7. November 1944 “til vitterlighed” Poul Als og prokurist Karl Herup Olsen. Átta ár seinni 18. apríl í 1952 játtar Bygginevnd kommununnar byggiloyvi til afturatbygging uppá ein bygning longd 7,75 m. Vestur ímóti Ósanum. Breiddin á útbyggninginum skal vera 7,25 m. Undirskrivað vegna Bygginevndini fyri Klakksvíkar Kommunu av J. Rasmussen og Hans Lützen.
Síðani verður bygt afturat í 1961 eftir tekning av Pálli Josephsen, sum eisini framdi útbyggingina.
Í 1968 Keypir Karl Nielsen húsini og handilin.
Í 1970 verður ognin seld til Betesda, yvirtromin eystureftir varð burturbeind og útsjóndin broytt til tað, hon var, nú bygningurin varð niðurtikin.
Í ár – 2013 – er ognin niðurtikin í samband við bygging av nýggja Betesda. Her endar eitt sera áhugavert tíðarskeið, sum nú endaliga gerst søga.




