Nú eru bert tveir tímar til fyrsta skotið verður latið av "okkara" megin.
Merkið veittrar við vegin til bátahylin og við tunnilsinntakið. Norðlýsið hevur fingið eina nøkunlunda skrá.
Dávur Reinert Hansen, stjóri á Norðoyatunnlinum sigur, at kl. 15.00 fer Svein Christiansen frá Føroyakonsortiinum at greiða frá skotinum við inntakið, síðani verður gjørt klárt og vit flyta okkum oman ímóti bátahylinum.
Eftir skotið, verður høvið at fara niðan aftur at síggja úrslitið.
Umleið kl. 16. verður móttøka í høllini við Flesjavegin.
Fyrst á skránni har, verður at Klaksvíkar Hornorkestur spælir eitt lag, síðani fer Bergur í Garði, formaður í nevndini fyri Norðoyatunnilin sigur nøkur orð. Jógvan við Keldu, landsstýrismaður heldur eina røðu vegna landsstýrið og Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri flytir eisini fram røðu.
At enda spælir Kl. Hornorkestur aftur eitt lag.
Síðani verður ein kaffimuður til øll tey, ið uppmøtt eru.




