Aftaná forvitnisliga kunning um minnisvarðan á Syðradali, frásøgn um søgu Syðradals og ótrúligu framsýningina hjá Poulinu Eliasen um føroysku klæðini, gingu vit til Húsar, har móttøkan eisini var framúr. Hjá Magna Garðalíð tvístartaðu vit smakkiroyndina av kópakjøtið, tað smakkaði, síðani var farið oman í Kirkjuna, har tær fýra úr Frelsunar Herðinum í Havn sungu og Páll Sørensen gav eina áhugaverda frágreiðing um kirkjuna á Húsum.
Eisini vitjaðu vit Jóhannu Mariu Isaksen, ið seldi føroyaku rabarbusaftina, súltutoy og annað gott.
Hagani gekk leiðin til Mikladals, og nú klokkuni nærkast at tiltøkini skulu byrja, er lagið í topp og hópur av fólki í bygdini.
Her nakrar myndir frá túrinum, millum aðrar av stákanini í nýggju cafeini:




