Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So kunnu øll – 55 ár og eldri – bóka tíð til koppseting

Tíðindaskriv

Tað gongur framá við koppsetingini av føroyingum, og nú eiga tey, ið eru 55 ár og eldri, tørn.

 

Seinastu vikurnar er meira koppingarevni komið til landið, og tí er ferðin á koppsetingini í løtuni væl hægri enn áður.

Mikukvøldið kom nýggj sending av Pfizer/BioNTech við tilsamans 5.200 skamtum av koppingarevni. Størri parturin av sendingini fer til at koppseta nýggj fólk, og enn eru tíðir tøkar á corona.fo.

Tí hevur Sjúkrahúsverkið í dag valt at seta aldursmarkið enn meira niður, so øll, sum eru 55 ár og eldri, kunnu bóka tíð.