Karl Heri Joensen, bóndi úti í Grøv, kunnaði okkum í morgun um, at eitt lítið skalvalop hevði verið av Kjalarbrúnni, helst í nátt.
Eg legði ikki merki til hetta í fjár, men fyrst eg kom útum í morgun, varnaðist eg at skriða var lopin av Kjølinum.
Lopið er komið sunnarlaga av Kjalarbrúnni og beint oman á Seyðastein, har nakað er farið sunnanfyri steinin, ímeðan meginparturin er farin norðanfyri men er steðgað áðrenn tað kom oman á hamarin.
Vit vóru við myndatólinum í morgun og tóku myndir av lopinum.
Lopið minnir okkum á, hvussu vandamikið økið har er.
Tá skriða leyp av Kjølinum og oman á hús í 2002, skrædnaði svørðurin eisini í fleiri støðum longur suðuri á Kjølinum, eitt nú undir Blábjørgum. Klaksvíkar Kommuna hevur eisini avsett økið har omanfyri Oyravegin sum vandaøki og sigast má, at vit í dag aftur eru blivin mint um “Skalvalopini í Gerðum”















