Harley
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So mugu reglurnar broytast, John William

John William Joensen

Blaðmaðurin hjá Norðlýsinum, vil ikki kennast við grein 17, stk. 5 og viðmerkinginunum til hesa grein. Tað er henda grein, sum avgerðin byggir á og skal hon broytast, so má hon broytast á næsta aðalfundi

Síggi, at John William Joensen heldur fram í síni herferð móti kappingarnevndini. Í tveimum nýggjum greinum vassar enn longur út enn hann gjørdi áðrenn. Hann grynti ikki áðrenn, nú er veruligur vandi fyri at hann druknar, tí tað er framvegis hvørki høvd ella hali á tí hann skrivar.

John William er misbrúktur so væl og virðiliga av tí, sum hann kallar eina keldu , men tað kann blaðmaðurin ikki viðganga, tí so avdúkar hann seg sjálvan. Frásøgnin er so langt frá veruleikanum, at tað heilt einfalt ikki ber til, at keldan hevur verið á umrødda fundinum.

Málið um undantaksloyvið til Christian R. Mouritsen var givið eftir grein 17, stk. 5, sum sigur:
”Kappingarnevndin kann í heilt serligum førum loyva frávik frá stk. 3. Somuleiðis kann Kappingarnevndin sambært rundskriv frítaka ávísar deildir frá hesum reglum.”
Í frágreiðingini til reglurnar stendur soleiðis:
”Sambært grein 15, stk. 5 kann Kappingarnevndin undir heilt serligum umstøðum loyva frávik í tíðarfreistini eftir stk. 3 og 4.

Hetta merkir, at freistin undir øllum vanligum viðurskiftum er galdandi. Um tað fyriliggja heilt serlig viðurskifti, verður støða tikin til í hvørjum einstøkum føri. Sum dømi um "heilt serlig viðurskifti" kann nevnast, at eitt felag hevur verið fyri brádligum skaðum á leikarum og at hesi viðurskifti gera, at felagið ikki er ført fyri at manna lið. Eisini kann talan vera um at loyva frávik tá freistin ikki er yvirhildin orsakað av, at feløgini vegna eina greiða misskiljing ikki hava latið inn umsóknina rættstundis, men at tað annars greitt framgongur, at avtalan um flytingina er gjørd í góðari tíð áðrenn tíðarfreistina.”

Grein 17, stk. 5 er tann reglan, sum millum annað verður brúkt, tá feløg brádliga standa og mangla ein málverja. Tá mugu feløgini søkja kappingarnevndina um undantak eftir grein 17, stk. 5, og í slíkum førum verður tað sum oftast givið. Júst, sum undantak var givið, tá Tórður Thomsen flutti til AB í fyrru hálvu í ár.

Grein 17, stk. 5 varð eisini brúkt, tá kappingarnevndin í fjør gav undantak til at flyta leikaraloyvið hjá Tór-Ingar Akselsen eftir at flytingargluggin lat aftur seinasta vár. Felag hansara hevði gloymt at biðja um at flyta spæliloyvið frá HB til 07 Vestur, og tí mátti tað flytast eftir, at gluggin var latin aftur. Heimildin lá í grein 17, stk. 5 í kappingarreglunum.
Hví er trupulleikin so stórur beint nú? Grundarlagið er tað sama og niðurstøðan byggir á somu grein. Eingin ivi er um, at avtalan er gjørd áðrenn tíðarfreistina, tí hon er gjørd tann 6. Juli og gluggin lat aftur 27. Juli. Og er í hesum føri ikki talan um eina misskiljing, tá eitt felag, sum í sama tíðarskeiði flytir tveir aðrar spælarar til felagið og flytir ein úr felagnum, gloymir at skráseta ein, so havi eg ilt við at síggja, hvat annað tað skal vera.

Hevði B36 fingið fyrimun av at ”gloymt” hann, hevði eg skilt tað, men tað fær felagið ikki á nakran hátt. Tí søkti felagið um undantak sambært grein 17, stk. 5, og fekk játtandi svar. Júst sum millum annað 07 Vestur fekk tað í fjør og sum AB hevur fingið tað fyrr í ár.

Skulu reglurnar broytast, so skal tað gerast á næsta aðalfundi, og ikki bara tí, at John William Joensen er fornermaður, ella tí tað er eitt ávíst felag sum søkir.
Kappingarnevndin fer at mæla til broytingar, tí nevndin vil fegin hava at endatíðarfreisirnar í flytingarglugganum vera hildnar. Til ta tíð er grein 17, stk. 5 í kappingarreglunum galdandi sum hon stendur nú. Og tað merkir eisini, at frágreiðingin til hesa reglu er galdandi.

Sveinur Tróndarson

Harleywoodpaint