Røða hjá Kristinu Háfoss við 1. viðgerð av hækking av ríkisstuðlinum
30. januar 2013
So nær og tó so fjar – breiða semjan um útslúsing av donsku ríkisveitingini
Sjáldan hevur nakað verið so nær við og tó so fjart.
Tjóðarsemjan um ein sjálvberandi føroyskan búskap uttan ríkisveiting.
Hví nær ?
Tí fyri fyrstu ferð nakrantíð er tað hent seinastu fáu árini, at allir flokkar á Løgtingi hava tikið undir við eini miðvísari loysn, at náa málinum um ein sjálvberandi føroyskan búskap uttan ríkisveiting.
Fullveldissamgongan, CHE-samgongan og ABC-samgongan. Samgongur, ið samanlagt hava umboðað allar flokkar á Løgtingi. Allar høvdu hesar samgongur til felags, at tær høvdu greið mál fyri, hvussu ríkisveitingin miðvíst skuldi út av fíggjarlóg og búskapi landsins.
Hví fjart ?
Men samstundis hendi tað undarliga, at vit í 2011 fingu mest høgravendu samgonguna nakrantíð, ið samstundis snaraði 180 gradir tá umræður at røkka einum sjálvberandi føroyskum búskapi uttan ríkisveiting.
Tí standa vit aftur her í dag við eini heilt óskiljandi lógarbroyting.
Enn ein blokkhækking er á dagsskránni hjá Løgtinginum.
Enn ein fullkomin niðurgerðing av tí, ið samgonguflokkarnir lovaðu sínum veljarum undan valinum er veruleiki.
Eitt hjálparleyst uppskot.
Blokkhækking á 8 ella 200 mió. kr. ?
Ítøkiliga uppskotið sum er til viðgerðar í dag er enn ein hækking av ríkisveitingini.
Í hesum umfarinum er talan um 8,1 mió. kr. – í fyrsta umfari.
Men sum skilst er møguligt at hækkingin verður munandi størri seinni í ár.
Tí 24. desember – jólaaftan – fingu føroyingar tað jólaheilsan á portal.fo frá fíggjarnevndarformanninum, Bárðuri Nielsen, at samgongan sum skjótast skuldi taka samráðingarnar um at hækka ríkisveitingina til sokallað ”dagsvirði” uppaftur.
Væntast má tí, at samráðingar standa fyri framman um at hækka ríkisveitingina við um 200 mió. kr. í næstum.
Eitt mál, ið hevur sum endamál at spola aftur størsta fetið á sjálvstýrisleið seinastu mongu árini, niðurskurðin av ríkisveitingini undir fullveldissamgonguni.
Bara tað, at samráðingar longu hava verið um hesa hækking, og landsstýrið hevur fingið eitt nei frá donsku stjórnini, sigur so mikið sum, at Landsstýrið hevur boðað stjórnini frá, at allar avtalur, ið Løgting og Landsstýrið hava gjørt 2002-2011 um fastfrysting av ríkisveitingini, verða gjørdar til onkis. Kunnu avtalur við Føroyar ikki takast í álvara ?
Hetta er heilt ófatiligt og sera óvirðiligt.
Óskiljandi samgongumeirluti fyri søguligum afturstigi
Tað serliga hugvekjandi og syrgiliga er, at ikki bert Sambandsflokkurin, men eisini Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin taka nú undir við, at senda umsókn til donsku stjórnina um at hækka føroysku ríkisveitingina við nærum einum triðingi.
Ein hækking á heilar 200 mió. kr.
Hetta hendir enntá samsundis sum danska samfelagið hevur størri hall pr. íbúgva og munandi størri búskaparligar avbjóðingar enn føroyska samfelagið hevur.
Hetta hendir eisini samstundis sum samgongan metir, at ráð er til skattalættar í Føroyum á minst 300 mió. kr. til tann partin av føroyingum við hægri inntøkum, at ráð er til at sleppa øllum nýskipanum innan kommunurnar og fólkaskúlan.
Hartil er onki sum bendir á at nøkur verulig nýskipan kemur innan fiskivinnuna – tvørturímóti.
Orka verður í staðin løgd í at biðja danir um at rinda meira pening til føroyingar.
Ímyndi tykkum hvat ljós hetta setir okkum í uttanfyri landaoddarnar.
Ein óskiljandi og ómetaliga óvirðilig støða fyri føroyingar.
Nýggjur politikkur, nýskipanir og vøkstur skapa sjálvbjargni
Tí hví skulu vit venda okkum til Danmarkar og biðja um enn størri veitingar, tá vit megna at klára okkum her í Føroyum uttan størri veiting ?
Tað sum krevst her heima hjá okkum er, at vit fremja allar tær nýskipanir, ið skulu til – eitt nú innan fyrisiting, kommunur, skúlar og fiskivinnu.
Um vit bert megna at reka okkara høvuðsvinnu – fiskivinnuna – rættari, so fæst lættliga ein virðisøking á minst hálva mia. kr. – so sum eitt nú Vinnuhúsið hevur víst á.
Hartil koma ovurstórir møguleikar fyri ferðavinnu, offshore, tænastuvirksemi til økta skipaferðslu, og enntá útbúgvingarvinnu – fyri bert at nevna nakrar møguleikar.
Eisini hava vit í andstøðuni víst á ítøkilig átøk og alternativa fíggjarlóg, ið beinanvegin kann tryggja, at vit fáa neyðuga álitið aftur millum føroyingar, ið aftur kann seta ferð á privatu nýtsluna, ið er søguliga lág (um 84% nýtslukvota)..
Við nýggjum og álitisvekjandi politikki ber til í nærmastu framtíð at fáa privatu nýtsluna á vanligt støði aftur (um 95% í nýtslukvotu). Hetta vil skapa eina økta umfer í búskapinum á um 1 mia. kr., harav umleið ein triðingur kemur inn sum øktar inntøkur. Tí ber til at røkka javnvág á fíggjarlóg uttan at fremja tey átøk, ið samgongan nú roynir fyri at náa einum minimalstati.
Ongin ivi er um, at megna vit at fremja ein álitisvekjandi politikki og røttu átøkini verða framd – so er skjótt at stórt yvirskot er á fíggjarlógini aftur.
Vit eru ávegis …
Hartil kemur, at vit eru jú væl ávegis móti einum sjálvberandi búskapi uttan danska ríkisveiting. Hetta hevur minkingin í 2002 og fastfrystingin av ríkisveitingini síðan tryggjað.
Í 2000 høvdu vit eina ríkisveiting, ið var 11,4% av samlaðu framleiðsluvirðinum í Føroyum (BTÚ) – ríkisveitingin var tá 983 mió. kr. og BTÚ 8,6 mia. kr.
Í 2002 varð henda minkað niður á 615,5 mió. kr. og var tá 6,2 % av BTÚ. BTÚ var tá komin uppá 10 mia. kr..
Í 2012 gjørdist okkara BTÚ um 13,5 mia. kr. og var ríkisveitingin sostatt bert 4,6% av BTÚ í 2012.
Í 2013 væntast okkara BTÚ at gerast 14 mió. kr. – við framhaldandi fastfrysting frá 2011 hevði ríkisveitingin verið 4,4% av BTÚ. Men við hækking tíverri størri partur.
Men sum sagt, so eru vit væl ávegis móti sjálvberandi búskapi – um vit vilja tað.
Tá vit megna at fara frá yvirskoti á 700 mió. kr. til hall á 700 mió. kr., fyri síðan at fáa yvirskot aftur um heilt fá ár, hvør skal orsøkin vera fyri, at vit ikki eisini megna at fáa semju um eina útslúsing av ríkisveitingini yvir eitt áramál ?
Tað, ið krevst er vilji og hetta er ein vilji, ið hevur verið til staðar við jøvnum millumbilum.
Sjálvt ABC-samgongan hevði sum mál at lækka ríkisveitingina
Tí bæði í fullveldissamgonguni og CHE-samgonguni vóru greið mál um, at lækka ríkisveitingina munandi. Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin tók undir við hesum.
Eisini í ABC-samgonguni – ið Sambandsflokkurin var partur av – varð ásett, at ríkisveitingin skuldi minkast. Ásett varð í samgonguskjalinum:
“Ásannandi, at tað er umráðandi fyri samfelag okkara at vaksa seg til ein sjálvberandi búskap, er semja millum flokkarnar um, at ríkisveitingin verður lækkað við 15 prosentum av reella inntøkuvøkstrinum av skattum og avgjøldum hjá landskassanum við støði í meðal vøkstrinum seinastu 5 árini. Skipanin kemur í gildi í sambandi við fíggjarlógina fyri 2010.”
Sostatt kunnu allir flokkar á Løgtingi taka undir við, at finna eina skipan, ið tryggjar, at ríkisveitingin verður slúsað út av føroysku fíggjarlógini og búskapinum.
Hví verður samgonguskjalið ikki hildið ?
Tað annars er hartil vert at leggja sær í geyma, at sjálvt um samgonguskjalið hjá ABDH letur upp fyri, at hækka ríkisveitingina upp í 200 mió. kr., so verður eisini ásett, at:
“ … Av hesum og komandi árligu økingini av ríkisveitingini verða 15% av vanligu meirinntøkum landskassans mótroknaðar í økingini.”
Um samgonguskjalið varð hildið, so vildu 15% av inntøkuvøkstrinum verið mótroknaðar í teimum 8,1 mió. kr. í 2013. Grundað á tøl frá Fíggjarmálaráðnum vaksa inntøkurnar í 2013 væntandi so mikið í mun til mettar inntøkur í 2012, at mótrokningin hevði verið munandi meira enn tær 8,1 og harvið átti ríkisveitingin als ikki at hækka í 2013.
Kann bara undrast yvir, at tríggir samgonguflokkar, ið siga seg vilja virka fyri einum sjálvstøðugum Føroyum, taka undir við, at hækka ríkisveitingina, sjálvt um hetta ikki er neyðugt sambært samgonguskjalinum.
Og hvar bleiv greiningin av peningarenslinum millum Føroyar og Danmark av ? Skuldi vera liðug í seinasta lagi 31. desember 2012 sambært samgonguskjalinum. Enn hevur tó onki verið at frætta.Helst er tað fyri summi ikki so áhugavert at fáa fram, at Danmark hevur ein ovurstóran fíggjarligan fyrimun av, at hava Føroyar sum eitt slag av hjálandi.
Tjóðarsemju um útslúsing av ríkisveitingini – nú !
Tíðin er undir øllum umstøðum komin til, at allir flokkar semjast um ein leist fyri, hvussu ríkisveitingin best verður slúsað úr føroysku fíggjarlógini og búskapinum. Grundað á tær semjur, ið allir flokkar á Løgtingi higartil hava kunna gingið við til – tvørturum ymsar samgongur – er greitt, at ein leistur, har ríkisveitingin verður slúsað út av fíggjarlógini, so hvørt sum inntøkur landsins vaksa, er ein leistur, ið semja kanska kann fáast um.
Tí fer Tjóðveldi at leggja fram uppskot, ið allir flokkar á Løgtingi fáa møguleika at viðgera í næstum. Málið skal vera at fáa eina tjóðarsemju um eina føroyska skiftisskipan, ið ger føroyska búskapin óheftan av donsku ríkisveitingini yvir eitt áramál.
So hvørt inntøkurnar vaksa á fíggjarlóg landsins, vil ein partur av vøkstrinum verða brúktur til at minka um ríkisveitingina. Á henda hátt tryggja vit, at inntøkurnar vaksa samstundis sum fíggjarlógin gerst óheft av ríkisveitingini yvir eitt áramál.
Vónandi fer at bera til at røkka semju um hetta.
Er onki mark fyri, hvat sagt verður áðrenn valið og eftir valið ?
Vit minnast tað øll. Kvøldið áðrenn løgtingsvalið 2011.
Allir floksformennirnir stóðu á rað. Allir skuldu svara einum spurningi. «Skal blokkurin tinast» – tvs. hækka. Niðurstøðan var greið. 6 ferðir ”nei” og 1 ferðir ”ja”.
Tríggir av fýra av formonnunum í samgonguflokkunum søgdu tá nei, men bert fáar dagar seinni, tá samgonguskjalið skuldi undirskrivast, varð svarið ja.
Men hetta kann broytast. Enn eru 2½ ár eftir av valskeiðnum. Enn eru sostatt 2½ ár við møguleikum fyri, at gera tað rætta tá umræður at fremja átøk, ið gera okkara samfelag og búskap meira sjálvbjargin – ikki meira ósjálvbjargin.
Vit í Tjóðveldi vilja mæla øllum Løgtinginum til, at fella hetta hjálparsleysa lógaruppskotið um hækking av ríkisveitingini, frá Jørgeni Niclasen, og heldur saman við Tjóðveldi og øllum flokkum á Løgtingi semjast um ein skiftisskipan, ið ger føroyska búskapin óheftan av donsku ríkisveitingini.
Latið okkum savnast um a taka ábyrgd
Latið okkum fyri einaferð skyld savnast um at gera tað rætta, ið byggir land. Ikki brýtur niður land.
Latið okkum taka ábyrgd og arbeiða við langtíðarætlanum. Ikki renna undan ábyrgd og virka stuttskygt.
Latið okkum semjast um eina útslúsing av donsku ríkisveitingini. Tí hetta er og verður besta og virðiligasta loysnin uttan mun til um tú ert tjóðveldisfólk ella sambandsfólk.
Tað er ikki uttan orsøk at sjálvt løgmaður fráboðaði í fjør, at hann væntaði at føroyingar og Føroyar høvdu heimtikið øll málsøki og at ongin ríkisveiting var um 10 ár.
Tað er sjálvandi tí, at eisini hann sá, at hetta er rætta leiðin.
Hvørjum bíða vit eftir ? Vendið aftur á røttu kós og komið saman til verka!
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi




