Hagtølini peika á greiðan mun, tá Atli Gregersen er á Víkinga liðnum, og tá hann ikki er við.
Hagtølini peika á greiðan mun, tá Atli Gregersen er á Víkinga liðnum, og tá hann ikki er við.
Hagtølini umfata allar landskappingardystir í 2012, 2013, 2014 og 2015, har Atli Gregersen ikki hevur verið við vegna skaðar ella serliga leikbann. Talan er um 14 dystir tilsamans hesi árini, sum liðskiparin hjá Víkingi hevur mist.
2015
Víkingur við Atla Gregersen
14 stig í 9 dystum
Víkingur uttan Atla Gregersen
KÍ-Víkingur 3-2
0 stig í einum dysti
2014
Víkingur við Atla Gregersen
43 stig í 23 dystum
*Eina dystin – móti B68 í 27. umfarinum – byrjaði Atli Gregersen ikki inni, men kom inn í 75. minutti. Dysturin er taldur uppí, har Víkingur spælir við Atla á liðnum.
Víkingur uttan Atla Gregersen
Víkingur-ÍF 1-1
NSÍ-Víkingur0-2
Víkingur-EB/Streymur 1-1
Víkingur-AB 2-2
6 stig í fýra dystum
2013
Víkingur við Atla Gregersen
40 stig í 24 dystum
Víkingur uttan Atla Gregersen
B36-Víkingur 3-2
Víkingur-AB 0-2
TB-Víkingur 1-1
1 stig í trimum dystum
2012
Víkingur við Atla Gregersen
38 stig í 21 dystum
Víkingur uttan Atla Gregersen
Víkingur-KÍ 0-1
Víkingur-B36 3-2
Víkingur-ÍF 1-4
KÍ-Víkingur 3-3
Víkingur-TB 1-0
HB-Víkingur 0-0
8 stig í seks dystum
Samanlagt fyri kappingarárini 2015, 2014, 2013 og 2012:
Við Atla á liðnum: 135 stig í 77 dystum
Uttan Atla á liðnum: 15 stig í 14 dystum
Stig í miðal við Atla á liðnum: 1,75
Stig í miðal uttan Atla á liðnum: 1,07
Seta vit tað so upp, hvussu tað hevði sæð út yvir eitt kappingarár yvir 27 dystir, so hevði Víkingur við Atla Gregersen fingið 47 stig, meðan Víkingur uttan Atla hevði fingið 29 stig. 47 stig geva sum oftast eitt 3. pláss í Effodeildini, meðan 29 stig vanliga geva eitt 7. ella 8. pláss.
Kelda: FaroeSoccer




