Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So upplivdu vit aftur, at ein fjølmiðlahetz sleppur at seta politisku dagsskránna.

Jóhan Petersen

Einsíðuga og avlagaða vinklingin hjá serliga almenna kringvarpinum er átaluverd, og timingin, har sendingar verða settar á skrá, alt eftir nær tingfundur er, er heilt margháttlig fyri ein almennan public-service stovn.

Einsíðuga og avlagaða vinklingin hjá serliga almenna kringvarpinum er átaluverd, og timingin, har sendingar verða settar á skrá, alt eftir nær tingfundur er, er heilt margháttlig fyri ein almennan public-service stovn.

Eisini útleggingin, har sagt verður, at løgmaður hevur fingið tingbólk Sambandsfloksins ímóti sær, tá talan í veruleikanum er um 2 av 9 tinglimum, er faktuel skeiv, og prógvar hvørji ørindini eru.

Einsíðuga útveljingin, har bara sambandsfólk, ið afturfyri nakrar minuttir av mikrofontíð, vilja lata seg brúka í herferðini hjá miðlunum, er púra burturvið.

Hesi verða presenteraði sum “bakland Sambandsfloksins”, hóast vit mongu, ið eru minst líka nógv bakland floksins, als ikki eru samd við sjónarmiðum teirra.

Hetta málið snýr seg hvørki um jura, moral, álit ella órógv, men um at andstøðan, væl hjálpt av fjølmiðlum, serliga almenna kringvarpinum, vil hava samgonguna frá.

Ímynda vit okkum, at Jørgen Niclasen leggur frá sær, og samgongan kortini heldur fram, skal ongin billa sær inn at friður verður.

Tá verður næsta ikki-mál tikið úr rúgvuni at rumbla við, og soleiðis kunnu vit halda fram.

Tað kann ikki vera meiningin, at bara nakrir journalistar halda nóg leingi gang við karamellublikkum og grýtulokum, skal endin hvørja ferð verða at ein landsstýrismaður noyðist frá.

Tí harmar tað meg almikið, at samgongulimir hava latið seg drigið upp á tráð í herferðini hjá fjølmiðlunum og andstøðuni.

Serliga harmist eg um, at tveir tinglimir, uppstillaðir eftir uppskotið frá Samhald, hava roynst veikasta liðið í samgonguni, og eigur hetta at verða tikið til viðgerðar innanfloks.

Vinarliga

Jóhan Petersen

Harleyfacadeacryl