Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So var aftur ein frídagur í Fólkaskúlanum

Ein pápi

Sjálvur gekk eg í Skúla fyri skjótt 35 árum síðan. Í dag fingu skúlabørnini enn ein frídag og sambært soninum er tað tí at lærarar hava ráðleggingardag?? Eitt er tað at lærarar ikki longur arbeiða meira enn tað sum svarar til hálva viku, av tí sum var vanligt tá eg gekk í skúla. Men er tað rætt at lærarar fáa fulla løn fyri at arbeiða tað sum svarar til hálva arbeiðstíð hjá einum vanligum arbeiðsmanni? Børnini verða send heim í tíð og ótíð og vit seta onnur fólk í starv á frítíðarstovnum – sum ansa eftir børnum tí tey verða send so tíðliga heim. Fríggjadag er ikki ein skel at finna í nøkrum skúla eftir miðdag.

Tað kundi verið so mangt at lagt afturat men serliga makaburt eru hesar studiuferðirnar sum foreldur rinda til. Lærarar eru sjálvandi við og tá teir koma heim aftur av ferð við Miðarahavið eru teir so sperdir at teir sambært sáttmála kunnu halda fríð einar tríggjar til fimm vikur. Og so eru námsferðirnar lagdar soleiðis at lærarin fær heystfrí beint eftir at hava hvílt seg frá strævnu námsferðini.

Nýggir skúlabygningar standa skríggjandi tómir tað mesta av degnum, tí lærarar eru heima og børnini á frítíðarskúla!

Sjálvur haldi eg at innihaldi í skúlanum er betri serliga sosiala umhvørvið enn tað var tá eg gekk í skúla, men tað treingir til at stramma upp – tí øll eru vit við at rinda til fólkaskúlan.

Her kundu nógvar dubult funktiónir við yvirlappandi frítíðini hjá fólkaskúlalærarunum verið spard burtur.

Ein pápi.