Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So var blýfrítt bensin aftur at fáa: Politiið hevur ikki verið uppi í leikinum

Oliver Joensen

Um klokkan hálvgun átta í kvøld fóru Statoil og Shell í Klaksvík aftur at selja blýfrítt Bensin

Og røðini vóru long av bilum, sum vildu tryggja sær nakað av dýrabarari drívmegi. Bilarnir stóðu heilt frá Telefonstøðini og norður á Toll- og Skatt. Og sum sæst á myndini, so var trupult hjá Statoilbilinum at sleppa framat, tá hann kom av "Kargoynni" við nýggjari last.
Hvussu tað ber til at opið nú aftur er fyri bensinfluttningi, hava vit ikki fingið nakað at vita um. Men frá politistøðini í Klaksvík fingu vit váttað í kvøld, at politiið ikki hevur verið uppi í leikinum. Líkt er kanska til at bensinblokadan aðrastaðni í landinum hevur rigga so mikið illa, at verkfallsvaktirnir her møguliga hava slept endanum.

Harleywoodpaint