Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So varð avgrevsturin steðgaður

John William Joensen

Í samband við Norðoyatunnilin, hava fornfrøðingar grivið svørin av, har vegurin til og frá undirsjóvartunnlinum skal ganga, men mikudagin steðgaði ein av eigarunum arbeiðinum.

Dávur Reinert, stjóri í Norðoyatunnlinum sigur við Norðlýsið, at orsøkin til at farið var undir at kanna undirlendið til vegin var, at fornfrøðingar mettu at vegurin kundi koma í eitthvørt fornfrøðiligt.
Nú arbeiðið varð steðgað, manglaðu vit bert tað seinasta strekkið til rundkoyringina og hvønn týdning tað fer at hava vita vit ikki enn og heldur ikki, hvussu farast skal fram framyvir.
Orsøkin til at arbeiðið er steðgað er, at Norðoyatunnilin frammanundan ikki hevur fingið loyvi frá eigaranum at fara ígjøgnum stykkið.

Kleyvarskapur onkustaðni
Norðlýsið fær upplýst, at tað er fyrst og fremst kleyvarskapur onkustaðni at eigarin av lendinum ikki er kunnaður um at gravkúgv skuldi inn á stykkið hjá honum.
Fleiri aðrir av eigarunum eru eisini bilsnir av framferðarháttinum, tí teir so seint hava fingið at vita at ynski var um at grava ígjøgnum. Tað líður ímóti heystsins tíð, og fleiri hava sátt í stykkini, sum júst er grivið ígjøgnum.

Bønhústoftin skal gravast upp
Frá fornfrøðingunum frætta vit, at tað sum funnið er av fornfrøðiligum áhuga, liggur á økinum ímillum Oyravegin og Hellisenda.
Sagt verður, at bønhústoftin, ið grivin var niður á í 60-unum og sum vegurin kemur at raka, er frá 1700 talinum og skal gravast upp. Harafturat er ein stórur øskudungi funnin, so roknað verður við, at har hevur verið aktivitetur á økinum, men at vegurin sum so ikki kemur ígjøgnum høvuðsøkið, ið fornfrøðingarnir rokna við liggur sunnanfyri har vegurin er grivin.
Á strekkinum frá gamla Oyravegnum (vegnum út í Grøv) og yvir ímóti rundkoyringini er ikki komið framá nakað.
Dávur Reinert frá Norðoyatunnlinum sigur við Norðlýsið, at tá talan er um vegin frá rundkoyringini við Timburhandilin og vestur til tunnilsmunnan, so verður hesin vegurin lagdur omaná verandi vegin til bátahylin.

Gera kanningar
Tað sum nú fer at henda er, at fornfrøðingarnir fara at skráseta allar veitirnar, ið grivnar eru í svørin og dokumentatión og frágreiðing verður skrivað.
Áðrenn farið verður ígongd við sjálvum vegnum, skal gravast av við rundkoyringina eisini og áðrenn tað, má spurningurin við eigaran loysast á ein ella annan hátt.
Dávur Reinert sigur tó, at sjálvt um arbeiðið hjá fornfrøðingunum verður seinkað nakað, so roknar hann ikki við at hetta fer at seinka vegagerðini nakað, tí hetta er bert ein fornfrøðilig kanning, ið verður gjørd frammanundan, fyri at vita um nakað er undir har vegurin er lagdur, sum hevur fornfrøðiligt virði, og um so er, um tað kann takast upp ella um vegurin kann flytast, fyri at koma uttanum.