Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So varð tað samtykt!

John William Joensen

Henda grein varð skrivað í okt. 2004 í sambandi við at eitt blaðfólk á Dimmalætting hugleiddi um lokal- og landspolitikk á Føroya Løgtingi í teiginum “Hinvegin”.

Sum vit vita hevur lobby arbeiði verið gjørt í fleiri ár fyri at fáa eitt valdømi, og nú er tað samtykt á Føroya Løgtingi. Spennandi verður at síggja hvussu hetta fer at roynast okkum øllum á Føroyalandi

________________

Vavgreytur skal valdast!

Las "Hinvegin" í Dimmalætting har blaðfólk hugleiddi um politiska vavgreytin, ið valdar á løgtingi í ávísum máli. Má viðganga at eg altíð lesið "Hinvegin" tá eg havi møguleika til tað. Har siga blaðfólkini sína hjartans hugsan, um ávís sjálvvald evni, og sum eg havi skilt á skrivingini, er hesin teigur eisini nýttur sum eitt slag av "provokatión", fyri at prika eitt sindur og fyri at fáa kjak í lag.

Lokalpolitikkur
Í greinini verður lokalpolitikkur kontra landspolitikkur umrøddur. Hvat er tað sum ger, at hvørja ferð politikarar valdir úti um landið siga sína meining í aktuellum málum, so verður tað skýrt lokalpolitikkur og tá so høvuðsstaðarpolitikkarar gera tað sama, tá er tað landspolitikkur sum vil nakað. Hví er tað ikki eins umráðandi fyri landið sum heild, at eitt posthús í Sandavági ikki skal latast aftur vegna sparing, sum t.d. at ein skrivstova í Havn ikki skal siga starvsfólki upp vegna sparing. Hví telur tað meir at 14 fólk í miðfyrisitingini sum liggur í høvuðsstaðnum verða uppsøgd afturímóti 80 við einum skipi úr Klaksvík? Skuldi alt hetta ikki verið eins syrgiligt um vit hugsa landspolitiskt.

Tá vit hyggja eftir fjølmiðlunum so halda næstan allir til á miðstaðarøkinum og harvið fáa fjølmiðlafólkini sjálvandi eitt tættari tilknýti til alt sum fyriferst har. Nøkur fjølmiðlafólk siga enn tá bart út, tá tey hava verið til okkurt uttanfyri Havnina og greiða frá, at tað kann vera upp í ár síðani tey seinast hava verið har! Tað sigur seg sjálvt, at tíðindaflutningurin av tí sama tá verður eitt vet meiri "lokalur" enn tey vilja vera við.

Valskipanin
At samanlíkna mál sum koma fyri á býráðsfundi, har politikari er persónliga knýttur at málinum (inhabilitetur), við at sokallaði "lokalmál" koma fyri í løgtinginum har løgtingspolitikkarar ikki skulu kunna atkvøða, er heilt burturvið. Eitt "lokalmál" sum atløgubryggjan á Drelnesi er líka lítið ella nógv "lokalmál", sum atløgubryggjan/havnalagi á Sundi ella ístandsetingin av tinghúsinum. Tað er eisini skjótt at døma dupultmoral um tú bert hyggur úr einum sjónarhorni. Tá tað verður sagt at landið betalir atløguviðurskiftini í Suðuroynni og ikki í Havn, so má eisini takast við, at tá almennir stovnar verða lagdir úti um landið so mugu kommunurnar sjálvar vera við í fíggingini fyri at fáa stovnin, men tað er ikki galdandi fyri høvuðsstaðarkommununa.

At siga at trupulleikin við at føra lokal- kontra landspolitikk verður loystur við at gera Føroyar til eitt valdømi, er heldur ikki haldbarur. Tað kann vera at størsta umboðanin tá fer at vera úr miðstaðarøkinum, men harvið verður førdi politikkurin ikki minni lokalur. Alt tað "lokala" verður bara flutt inn á miðstaðarøkið.

Hyggja vit at Grønlandi so mugu nógvir politikarar úti um landið flyta til Nuuk um teir skulu hava møguleika at gera seg galdandi innan "landspolitikk". Haldið ikki at tað er gongda leiðin hjá okkum føroyingum, sum ynskja eitt breitt og fjøltáttað samfelag har alt ikki er samlað í einum stórum klumpi.

Gunvá við Keldu

Býráðslimur í Klaksvíkar Býráð

Harleyfacadeacryl