Flogbóltur, Keypmannahavn: Amager VK tapti ein súran ósigur á útivølli á Lyngby í kvøld.
Flogbóltur, Keypmannahavn: Amager VK tapti ein súran ósigur á útivølli á Lyngby í kvøld.
Settúrslit: 25-22, 25-23 og 25-18.
Hóast settini tøtt, var tað Lyngby, sum allatíðina dróg longra stráið og vann dystin 3-0. Hetta hevur við sær, at Amager VK má halda jólafrí á fjórða plássi í staðin fyri á triðja plássi.
Undirritaði var ikki til staðar. Men á Facebooksíðuni hjá Amager VK verður upplýst, at tað var ein súrur ósigur. Tøttu settini bera vitnisburð um tað.
Sofía er í miðal tann besti leikarin í Danmark
Hóast eitt tap, kann Sofía Purkhús fegnast, tí hon varð vald til dagsins leikara.
Sofía er millum bestu leikararnar í bestu donsku landskappingini, tá ið umræður at sláa bóltar í gólvið. Hon liggur á triðja plássið. Sofía hevur sligið 78 bóltar í gólvið í 19 settum (7 dystum). Men um vit rokna, hvussu nógvar bóltar, hon hevur sligið í gólvið í miðal, liggur hon á odda. Hon hevur sligið 4,11 bóltar í gólvið í miðal, sum er hægsta miðaltalið í Danmark í løtuni.
Komandi fríggjadag skal Amager VK spæla semfinalu ímóti Brøndby, sum hevur vunnið allar dystirnar í landskappingini. Vinnarin av hesum báðum spælir finalu dagin eftir ímóti annaðhvørt Lyngby ella Holte.




