Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sofía gjørdist dagsins leikari

Danial Viðoy

Flogbóltur, Keypmannahavn: Amager Volley Klub heldur á við at vinna. Farna leygardag vunnu tær 14. sigurin í ár, og hava tær tí enn fult stigatal. Og tær føroysku smæðast ikki burtur. Hesaferð gjørdist Sofía Purkhús dagsins leikari í 3-0 sigrinum.

Flogbóltur, Keypmannahavn: Amager Volley Klub heldur á við at vinna. Farna leygardag vunnu tær 14. sigurin í ár, og hava tær tí enn fult stigatal. Og tær føroysku smæðast ikki burtur. Hesaferð gjørdist Sofía Purkhús dagsins leikari í 3-0 sigrinum.

Mótstøðuliðið hesaferð var KSV, sum liggur á sjeynda plássi. Enn einaferð vóru tær úr AVK við yvirlutan og smurdu tær snøgt sagt mótstøðuliðið av. Settúrslitini vóru 25-15, 25-11 og 25-11.

Sagt verður frá heimasíðuni hjá felagnum, at AVK spældi ein góðan og støðugan dyst. Tó vantaði eitt sindur av hugsavnan í endanum av fyrsta settinum. Men hetta bilti ikki, tí tað hótti hvørki sett ella sigur.

Eisini verður skrivað á heimasíðu felagsins, at flestu allir leikararnir spældu ein góðan dyst. Men tað verður lagt afturat, at Sofía skaraði fram úr hendan leygardagin. Tí í heilum setti hon verjuna og ”blokaduna” hjá mótstøðuliðnum undir stórt trýst.

Avrikið hjá Sofíu Purkhús var so mikið gott, at hon varð vald til dagsins leikara.

Næsti dysturin hjá AVK verður um knappar tríggjar vikur ímóti Frederiksberg Volley, sum liggur á øðrum plássið. Sum nú er, hevur AVK 41 stig á fyrsta plássi eftir 14 dystir og Frederiksberg Volley 34 stig á øðrum plássi eftir 13 dystir.

LES EISINI:

– TÆR FØROYSKU VUNNU AFTUR

– GÓÐA GONGDIN HELDUR FRAM

– ÁRIÐ ER BYRJAÐ VÆL HJÁ FØROYINGUNUM Í AVK

– EINA KALSØ GJØRDIST DAGSINS LEIKARI Í SIGRI