Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sofía og Birgit gera um seg í donskum flogbólti

Jákup Ósá

Video: Fyrrverandi Mjølnir leikararnir standa seg væl í donskum flogbólti.

Sofía Purkhús og Birgit Guttesen hava seinastu árini verið millum størstu profilarnir í føroyskum kvinnu flogbólti. Men í summar fóru tær til Danmarkar, har tær hava spælt við Frederiksberg í bestu donsku flogbólts deildini. Í landskappingini liggur Frederiksberg nr. 3 og í steypakappingini er liðið komið í hálvfinaluna, so tað hevur gingið væl hjá liðinum. Til ber at fáa meira kunning um gongdina á heimasíðuni hjá Frederiksberg.

Eitt brot av einum óvanliga longum stríði um 1 stig í dystinum millum Brøndby og Frederiksberg sæst HER. Sofía er nr. 5 og Birgit nr. 9.