Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sofus Clementsen, postverksstjóri.: Postverkið skal inn í 21 øld

John William Joensen

Sigur Sofus Clementsen, Postverksstjóri, sum rættuliga var í brennideplinum í samband við broytingar á postverkinum.

Hóast tvey fólk vóru søgd úr starvið á Posthúsinum í Klaksvík fyri stuttum so eru fólkini sett aftur í starv eftir at onnur hava sagt seg úr starvið.
– Tey, sum nú eru sett í starv, eru sett fyri Norðuroyggjar og Eysturoy og gevur tað okkum møguleika til at flyta starvsfólkini runt har sum tørvur er á teimum – nakað sum vit ikki høvdu møguleika til framman undan, sigur postverksstjórin.
– Vit eru í eini broytingartíð og umráðandi er at fáa ferð á at menna postverkið til at vera ein fyritøka sum er viðkomandi og veitir brúkarunum tað tænastu sum brúk er fyri.
– Tað er neyðugt at laga postverkið til nútíðina og tí er umráðandi at vit sum leiðsla og starvsfólk sýna vilja at føra broytingarnar út í lívið.

Posthús/handlar
Sofus Clementsen sigur at í løtuni verður arbeitt við at finna eina nútíðar loysn fyri posthúsini.
– Tað er ein trupuleiki at smærri posthúsini, sum liggja úti á bygd, hava opið bert ein lítlan part av degnum.
– Í londunum rundan um okkum síggja vit at postdeildir eru í handlum og á benzinstøðum.
– Við at leggja postavgreiðslu í handlar og benzinstøðir kann postur avgreiðast allan dagin.

Postverksstjórin heldur tað vera ein góð loysn at leggja postdeildir inn í handlar og benzinstøðir, tí tað hava postfyritøkurnar í grannalondum okkara góðar royndir við. Hinvegin hava royndirnar ikki verið so góðar, at gera posthúsini til handlar. Hetta vísa royndirnar m.a. í Danmark . 

– Í Danmark finnast posthús, sum selja baði eitt og annað, og her hevur tað víst seg at vera trupult at fáa hetta virksemið at kasta nakað av sær. Tì er Post Danmark á veg burtur frá hesum modellinum, og roynir í staðin at flyta postvirksemið yvir í handlar.
– Í Svøríki eru teir komnir so langt á hesari leið, at vanligu posthúsini eru farin í søguna. Privatfólk í Svøríki ordna postørnidini har tey fara til handils, meðan fyritøkurnar ordna postørindini á serligum posthúsum rættaði móti tørvinum hjá vinnurekandi.

Posthúsið í Klaksvík
Vit sum dagliga ganga á posthúsinum í Klaksvík hava upplivað hvussu húsið alsamt gerst tómari og tómari. Hettar avspelgar tað afturgongd sum Postverkið hevur verið í seinastu 15 árini. Eitt nú hevur fyritøkan als ikki megnað at fylgt við í elektronisku og digitalu menningini – men postverksstjórin sigur at í løtuni verður arbeitt við at broyta hesa gongdina. 

– Klaksvík er næst størsta plássið í Føroyum og posthúsið liggur mitt í sjálvum miðbýnum. Ongar ítøkiligar ætlanir eru um at flyta postdeildina, men ein og hvør sær, at tað er neyðugt at gera nakað radikalt við postvirksemið í Klaksvík. 

– Eg skilji væl krittikkin, sum er av postverkinum og tí eru vit eisini í ferð við at definera uppgávuna hjá postverkinum í framtíðini. 

– Men postverkið er ein fyritøka, sum er bundin av lógum, mannagongdum og ikki minst av einum stirvnum sáttmála, og tí taka broytingar drúgva tíð. 

– Postlógin sigur m.a. at posthús skulu verða á ávísum støðum og bygdum og hetta er eisini nakað sum ger at tænastustøði ikki er nøktandi. 

– Í løtuni eru 29 posthús eftir í Føroyum meðan tað vóru 90 posthús kring um í landinum tá aktiviteturin í Posthúsverkinum var uppá tað mesta, men talið á posthúsum er alt ov stórt í mun til tann aktivitet sum er á ymsu deildunum.

Sjálvvirkandi posthús
– Vit síggja t.d. gongdina í bankunum har avreiðslan av viðskiftafólkunum verður meira og meira sjálvvirkandi. 

– Tað eru færri og færri fólk sum hava fyri neyðini at fara inn í bankarnar at fáa síni ting avgreidd og hendan gongdin er tann sama í postverkinum. 

– Aðrastaðni síggja vit at fólk avgreiða síni ting heimanífrá gjøgnum alnótina og fáa síðani pakkarnar út gjøgnum sjálvvirkandi automatir. 

– Hetta fara vit eisini at síggja í Føroyum og tí verður tað ikki so stórur tørvur á at hava deildir kring um í landinum.

Tollurin er ein forðing fyri tænastuni
Postverksstjórin sigur at mannagongdirnar viðvíkjandi tolling av vørum er ein stórur trupuleiki á posthúsinum og hetta rakar baði brúkararn og tænastuveitaran. 

– Føroyar eru ikki partur av EU og tí skullu allar vørur sum koma uttaneftir tollavgreiðast, og tað er nógv tann størsti parturin av pakkum, ið kemur frá útlheiminum 

– Mannagongdirnar eru ov tungar, men eisini her eru vit inni í einum dialogi við Tollmyndugleikarnar um at fáa eina betri skipan. 

– EU er eitt toll økið og tí kenna danskar fyritøkur ikki á sama hátt til tað stríð, sum føroyskir brúkarar dagliga hava av at fáa vørur útflýggjaðar. 

– Hóast vit ikki vera partur av tolløkinum hjá ES so trúgvi eg uppá at tað eigur at bera til at fáa eina tollskipan sum virkar betur enn hon ger í dag.

Øsing í fjølmiðlunum
Postverkstjórin sigur at tað sjálvandi ikki var lætt at fara út við hópuppsøgnum – men tað var neyðugt og hóast tað var ein trupul tíð – so er stemningurin millum starvsfólkini á postverkinum framvegis góður. 

– Eg haldið at øsingini var serliga í fjølmiðlunum og tað vildi væl verið løgið um ongar reaktiónir komu tá vit søgdu hópin av fólki úr starvið. 

– Men sjálvur haldi eg at vit hava eitt gott arbeiðspláss – men uppgávan í løtuni er at fáa tað at geva meining at vit yvir høvur eru til. 

– Brævasambandi minkar støðugt eini fimm prosent á hvørjum árið og stórur partur av virkisøkinum hjá postverkinum eru øki – sum sera lætt er hjá øðrum fyritøkum beinleiðis at kappast við okkum á.  Tí er tað avgerandi neyðugt at vit sum leiðsla fáa umstøður at fremja neyðugar broytingar – sum koma at bera postverkið inn í 21. øld.