Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Søgan um kalendaran

John William Joensen

Nógvir ymiskir hættir hava verið at siga nær hendingar eru farnar fram. Vit hava frá skaparanum fingið 4 árstíðir, men tað hevur ikki altíð verið nóg neyvt at brúkt at siga, nær okkurt er farið fram ella nær okkurt fer at verða.

Tíðliga í tíðini varð komið eftir, at mánin kundi nýtast til tíðarrokning. Bæði indiánar í Norðurameriku og jødar í Miðeystri nýttu mánan. Aldur á monnum varð sagdur í mánum og sólum t.v.s hvussu ofta sólin hevði verið lægst á himli og so hvussu nógvar nýmánar afturat. Hesin háttur líkist nógv skipanini við einari vanligari klokku við stórapinni og lítlapinni.

Tann fyrsta sivilsasjónin var í Egyptalandi, sigst. Egyptar nýttu úr fyrndini Nílánna at rokna tíðina eftir, nær hon var farin upp um áarbakkarnar. Men heldur ikki hetta var altíð nóg neyvt ella nóg gott. Um sama mundi sum tær stóru pyramidurnar eru bygdar, gjørdu teir tann fyrsta kalendaran. Hesin kalendari hevði 12 mánaðir við 30 døgum hvør. Seinni er hann broyttur, tí hann samsvaraði ikki við ringrásina hjá sólini. 5 dagar vóru lagdir afturat í ein nýggjan mánaða. Hvat hesir dagar skuldu nýtast til, vistu teir ikki. Teir vóru varnir fyri ikki at arga nakran gud og hildu tí frí hesar 5 dagarnar.

Egyptar vóru frammalaga í stjørnuvísindini. Teir høvdu roknað seg fram til, at eitt ár var 365 dagar og 6 tímar. Tó var tað eingin, sum kundi taka avgerð um, hvussu man skuldi nýta teir 6 tímarnir. Tí vóru árini ein fjórðingsdag ov stutt øld eftir øld, og forskjótingin gjørdist tí alsamt størri sum árini gingu. Gott og væl 800 ár seinni var kalendarin so skeivur, sum hann kundi. Summarið var um vetrarmánaðarnar og øvugt. Árið vendi bert rætt sambært tí kalendaranum hvørt 1460. ár!

Tá ið rómverjar fleiri øldir seinni fóru at leggja stóran part av heiminum undir seg, høvdu teir sín egna kalendara, sum hevði 4 mánaðar við 31 døgum, 7 mánaðar við 29 døgum og so februar. Hann hevði 28 dagar. Hetta gav íalt 355 dagar, og tað var ikki nokk. Tí var ein eykamánaður lagdur afturat, sum hevði 22 ella 23 dagar. Hann var bert lagdur afturat annaðhvørt ár.

Hendan skipanin við einum eyka mánaði á øðrumhvørjum ári var ikki betri enn næstbest. Í árinum 45 fyri Kristi føðing gjørdi Julius Cesar av, at kalendarin skuldi gerast betri. Hereftir skuldi árið byrja hin 1. januar og ikki við várjavndøgur. Mánaðarnir fingu annaðhvørt 31 ella 30 dagar – februar undantikin, sum fekk 28 dagar; tó 29 dagar fjórðahvørt ár.

Soleiðis fekst skipanin at hanga saman, sum vit kenna í dag, men útgangsstøðið var, at árið var 365 dagar og 6 tímar – og tað er ikki heilt rætt, tí árið er 11 minutir og umleið 14 sekund stytri. Hetta ljóðar ikki av nógvum, men tá eitt longri tíðarskeið er runnið, er stórur munur.

Kalendari Cesars kallaðist hin julianski kalendarin. Tað hoyrir við til søguna, at neyugt var at leingja tað fyrsta árið til 445 dagar, tí so langt var tann gamli kalendarin farin av lagi.

Mánaðarnir í tí julianska kalendaranum itu tann fyrsti, annar, triði o.s.fr. Julius Cesar kravdi, at ein mánaði varð uppkallaður eftir honum. Valið fall á tann sætta mánaðin, og í dag eitur hann juli. Seinni kravdi Augustus, keisari, at hann eisini fekk ein mánaða at hava hansara navn. Tí hava vit eisini august mánað, og hann fekk í sama sambandi ein dag afturat, tí hann hevði bert havt 30, og tað vildi Augustus ikki hava sitandi á sær, at mánaður Juliusar hevði fleiri dagar enn hansara. Afturfyri mátti februar lúta við einum degi.

Í 15. øld var kalendarin farin eina heila viku av leið. Várjavndøgur var ikki longur um hin 21. mars, men ístaðin um hin 12. mars. Hetta var sjálvandi ikki hildið at vera heppið, og menn tosaðu tí um at fáa hann broyttan. Í teimum døgum var Sixtus 4. pávi, og hann fekk aftur at sær stjørnufrøðingar at geva sær ráð um ein nýggjan kalendara. Hesin ætlanir blivu av ymiskum orsøkum tó av ongum, og tí bleiv tann julianski kalendarin nýttur í fleiri ættarlið afturat.

Í 1545 royndu teir aftur. Páll pávi 2 fekk loyvi at fara undir at broyta kalendaran. Til at hjálpa sær hevði hann bæði stødd- og stjørnufrøðingar. Teir fremstu tá á døgum. Næstan 40 ár gingu, áðrenn arbeiðið var liðugt: Hetta var í 1582. Tá var Gregory hin 13. pávi Dagurin, sum skiftið skuldi fara fram, var valdur at vera hósdagin hin 4. oktobur. Dagurin eftir var fríggjadagur hin 15. oktobur. Tá varð tað eisini gjørt av, at fjórðahvørt ár skuldi vera skotár – tó ikki aldarskiftisárini t.v.s árini 1600, 1700, 1800 o.s.fr uttan so, at talið kundi býtast við 400. Hetta merkir, at 1600 og 2000 vóru skotár. Á henda hátt eru 4 skotár færri í trimum øldum, og tann gregorianski kalendarin er tí neyvur.

calix lex