Í síðstu viku byrjaði nýggj sendirøð hjá Oddbjørn Vágslíð um Waylon Jennings, sum verður send í KvF. Hon hevur fingið sera góða móttøku. Mikudagin kl. 16:05 kemur 2. partur, og tá verður greitt frá hansara lívi frá 1966 til 1973.
Vit hoyra um tað fystu tíðina í Nashville, har Waylon Jennings og Jessi Colter byrja at koma saman.Vit hoyra eisini um, tá ið Waylon verður innlagdur til avrúsingar og kemur útaftur í einum nýggjum hami við longun hári og skeggi.
Vit hoyra eisini um, at Waylon er á einum country festivali í Dripping Springs í Texas, har hann knýtir vinarbond við Billy Joe Shaver og Kris Kristofferson.
2. partur av 6 pørtum verður sendur í KvF mikudagin 13. sep kl. 16:05




