Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Søgan um Waylon Jennings 5 (6)

Norðlýsið

Í hesum fimta parti av minnissending um Waylon Jennings verður greitt frá hansara lívi frá 1985 til 1989. Vit hoyra um, hvussu “The Haighwaymen” bólkurin uppstóð, og at ongin í tónleikaraumhvørvinum í Nashville trúði uppá, at hetta fór at halda. Teir vóru saman í meira enn 10 ár.

Vit hoyra søguna um sangin “Deportee”, sum bleiv gjørdur um eina flogvanlukku í 1948, har 28 mexikanarar lótu lív, og blivu teir allir koyrdur í eina felagsgrøv við ongum navni. Ímeðan teir fýra amerikanararnir, sum eisini lótu lív, blivu nevndir og fingu eina heiðurliga jarðararferð.

Vit hoyra eisini Waylon tosa um sítt lív í kapitlunum 1 til 10, sum er á LP plátuni ”A Man Called Hoss”. Vit hoyra um, at Waylon fær hjartatrupuleikar, og verður innlagdur til “Bypass” skurðviðgerð.

Oddbjørn Vágslíð hevur lagt sendirøðina til rættis, sum veðrur send í KvF. Djóni Andreasen lesur, og Erik Biskopstø hevur tikið upp og sett saman.