Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Søgan um Waylon Jennings 6 (6)

Norðlýsið

Í sætta og seinasta parti av minnissending um Waylon Jennings verður greitt frá hansara lívið frá 1990 til 2002.

Eftir ta stóru “Bypass” skurðviðgerðina fækkast við konsertum hjá Waylon. Hann er tó við á einari felagskonsert tann 22. september 1996 í Austin í Texas, sum New West Records skipaði fyri. Waylon er her saman við Willie Nelson, Kris Kristofferson, Billy Joe Shaver og Kimmie Rhodes. Waylon hevur nú eisini fingið sukursjúkuna at dragast við. Tey sita framførandi til hesa konsertina, tí Waylon kundi ikki standa leingi uppi.

Vit hoyra eisini tónleik frá tí síðstu konsertini, sum Waylon Jennings heldur á “Ryman Auditorium” tann 6. januar 2000, har hann sigur farvæl til sínar trúgvu country fjepparar.

Oddbjørn Vágslíð hevur skrivað handit og valt tónleik til hesa sendirøð. Djóni Andreasen hevur lisið, og Erik Biskopstø hevur tikið upp og sett saman. Sendingin verður fyrstu ferð at hoyra í ÚF mikudag kl. 16:05 og síðani endursend.