(Sjónbanda upptøka) Tað var í 1999, at KÍ vann á ÍF í helst minniligasta dystinum millum hesi bæði liðini sæð frá sjónarhornunum hjá klaksvíkingum.
Tað var leygardagin 2. oktober í 1999, at KÍ á seinasta leikdegi skuldi spæla avgerandi dyst í Klaksvík móti ÍF. KÍ mátti vinna fyri at vinna FM heitið, meðan ÍF við tapi flutti niður í næstbestu deildina. Vøllurin í Djúpumýru var merktur av nógvum hyljum og tað var als ikki spælandi, men spælt bleiv. Tað spældi væl av fyri klaksvíkingar, ið vunnu 4-1 og tryggjaðu sær sítt 17. Og higartil seinasta FM heitið í søgu felagsins hjá KÍ.
KÍ liðið hendan dagin: Stephen Boyle, Jan Andreasen, Andrzej Pacek, Marek Wierzbicki, John Ryan, Harley Bertholdsen, Heðin á Lakjuni, Jan Joensen, Rógvi Jacobsen, Arnold Joensen og Jan Allan Múller. Á bonkinum: Gunnar á Steig, Niclas Niclasen, Finn Baldvinsson, Eyðun Klakstein og Olgar Danielsen. Venjari var Tony Paris.
Upptøkurnar eru av einum sjónbandi, ið KÍ gav út hetta árið.




