Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Søguligi vevskúlin er ein sólskinssøga

Klaksvík.fo

Hvønnvetur er nógv lív og vevarnir ganga dúgliga í vesvskúlanum úti í Grøv, sum virkar undir kvøldskúlaskipanini. Vevskeiðið er sovælumtókt, at tað er altíð fullteknað. 14 næmingarnir kunnuganga í senn, og ein sleppur bert at ganga í fýra vetrar, fyri atlata so mong sleppa framat vevunum sum gjørligt.


Taðer Jacobina Heinesen, sum skipar fyri undirvísingini í Vevskúlanum.Hon er handarbeiðslærd við veving sum høvuðslærugrein fráKerteminde í 1985. Klaksvík er einasta staðið í Føroyum, sumhevur ein vevskúla, sum er bygdur til endamálið, og tað varævintýrarin og litríka kvinnan Aina Cederblom, sum fekk skúlanbygdan úti í Grøv í 1934.


-Fyri at gera tað so hugaligt sum møguligt hjá næmingunum, soverður altíð byrjað við einum hálsaturruklæð, tí tað er taðskjótasta at veva, smalt og ikki serliga langt. Hetta verður gjørtso, at tær koma at kenna mannagongdina, frá hespu til plagg og atseta litir saman og gera eina uppskrift.


Tannfyrsta veturin heldur man seg til tær løttu ísetingarnar. Annanveturin er tað eitt sindur meir krevjandi og soleiðis eisini tanntriða veturin. At enda sleppa tær at veva toy til tann føroyskabúnan – bæði kvinnu og mannfólkabúnan, sigur Jacobina Heinesen.


Vanligaeru tað mest kvinnur, sum ganga til veving, men onkuntíð eru menneisini. Í vetur gongur ein maður, og tað er Jan MittelsteinSimonsen, og hann letur sera væl at.


Jacobinafegnast um at vevskúlin virkar so væl enn eftir ætlanini og ikkiminst fegnast hon um, at Klaksvíkar kommuna ger ymiskar ábøtur áskúlan. T.d. Er nýggjur durður gjørdur við flísum og hita ígólvinum og WC. – Tað bøtir nógv um trivnaðin, at ábøtur verðagjørdar á húsið, sigur Jacobina, sum hugalig hevur undirvíst íyvir 25 ár á vevskúlanum.


Taðber til at síggja nøkur av næmingaavrikunum á stóruframsýningini hjá Klaksvíkar kvøldskúla, sum verður íÓsáskúlanum 27. apríl