Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Søguligur dagur hjá TB

Jákup Ósá

Páll Guðlaugsson og hansara TB lið skrivaði søgu, tá teir í dag vunnu sín fyrsta dyst í Klaksvík í 25 ár.

Páll Guðlaugsson og hansara TB lið skrivaði søgu, tá teir í dag vunnu sín fyrsta dyst í Klaksvík í 25 ár.

TB vann alt avgerandi dystin í Klaksvík í dag. Hetta var síðsta útkall hjá TB og tað sást á liðinum. Tí TB legði – sum væntað – sera nógv fyri og vildu tað meira enn KÍ í dag.

Í mál møguleikum var dysturin rættuliga javnur. Bæði liðini vildu vinna og skaptu nógvar møgleikar, men TB leikararnir vóru nakað grammari og sóu út til at trúgva meira uppá tað allan vegin.

TB venjarin Páll Guðlaugsson átti dagsins besta taktiska trekk, tá hann púra óvæntað setti Arthur D. Poulsen, ið ongantíð áður hevði leikt í bestu deildini, inn í álopið. Hann var ein støðug hóttan og fylti nógv í álopinum. Tað var eisini hann, ið skoraði næsta TB málið. Avgerandi málið hjá TB kom í 82. minutti, tá raski Poul Ingason smekkaði bóltin í kassan. KÍ trýsti og einaferð eydnaðist at skora, men tá bleiv Sørmundur Kalsø dømdur fyri rangstøðu.

Hetta var næsti sigurin hjá TB á útivølli, síðani teir í 2011 fluttu upp og fyrsti sigurin í Klaksvík síðani 1987. Sostatt bleiv talan um ein søguligan TB dag í Klaksvík, meðan stór kreppa er í KÍ, sum ikki hevur vunnið í landskappingini í meira enn 4 mánaðir.