Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Søguligur dagur í Tjørnuvík

John William Joensen

Fyri fyrstu ferð í søguni er grind deyð í Tjørnuvík

Tað var umleið kl. 10 í morgun, at ein bátur av Strondum fann eina grind tríggjar fjóðringar norður úr Stakkinum. Longu á middegi lógu hvalirnir á sandinum í Tjørnuvík.

Mett verður at einir 80 til 100 hval løgdu beinini á sandinum í Tjørnuvík.



– Hetta er fyrstuferð nakrar veit um at grind er deyð á sandinum í Tjørnuvík, sigur Asbjørn Djurhuus.

– Tjørnuvík bleiv fyri nøkrum árum síðan góðkend sum “royndar” hválvág og í hesum sambandinum fingu vit okkum onglar og annað sum til hoyrir.

– Sjálvt drápið vardi einans átta minuttir og tað má sigast at vera sera gott.

– Nýggju onglarnir royndust eisini sera væl.



Hvalirnir eru longu sleipaðir til Haldórsvíkar har teir vera skornir upp.

Umleið 40 bátar luttóku í drápinum.