Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Søguligur dystur: Framúr steypafinala í 1994

Jákup Ósá

Norðlýsið hevur funnið brotini fram frá steypafinaluni í1994, ið var ein frálík finala, ið hevði alt.

 

Mikukvøldið 3.august í 1994 leiktu B71 og KÍ eina tað bestusteypafinaluna nakrantíð. Dysturin var tann fyrsti eftir summarsteðgin. B71 láá odda í kappingini við 16 stigum fyri 10 dystir (tá fekk ein tvey stig fyrivunnan dyst) meðan KÍ lá á 7.plássi við 9 stigum. Í summarsteðginum fekk KÍstyrk frá m.a. Kurt og Allan Mørkøre og tað munaði. Dysturin byrjaði annarsvarliga, men sum fráleið bleiv talan eina finalu við góðum spæli, høgarileikferð og sera nógvum málmøguleikum.

 

Á frálíka B71 liðinum um hetta mundi byrjaðu hesir leikarar:Waldemar Nowicki, Sofus Clementsen, Bjarki Mohr, Ib Mohr Olsen, Niclas Joensen,Rúni í Soylu, Piotr Krakowski, Páll á Reynatúgvu, Jóan Petur Clementsen,Torbjørn Jensen og Eli Hentze. Í seinna hálvleiki kom Jógvan Jón Petersen inn.Leikandi venjari var Piotr Krakowski.

 

KÍ liðið var soleiðis mannað í einari 3-5-2 leikskipan:Jákup Mikkelsen – Kurt Mørkøre, Sámal Eyðfinn Poulsen, Allan Joensen – HarleyBertholdsen, Poul Juul Vilhelmsen, Jan Joensen, Allan Mørkøre, John Ryan -Arnold Joensen og Eyðun Klakstein. Í seinna hálvleiki kom Aksel Johannesen ávøllin. Venjari var Sverri Jacobsen.  

 

Upptøkurnar niðanfyri eru frá Kringvarp Føroya. Hagtølini erufrá Faroesoccer og sett brotið saman hevur Jákup Ósá. Upptøkurnar eru ikki í bestu dygd, tí talan er um VHS bond.