Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Søkja eftir túsundkunstnara

Eirikur Biskopstø

Soleiðis kundi lýsingin eisini ljóða, tá ið Klaksvíkar Kommuna søkti eftir einum fólki til Mikladal og Trøllanes í Norðlýsinum fyri kortum.

Undirritaði hevur einki ímóti, at krøv verða sett til arbeiðsfólk, men tað er ikki rætt at Klaksvíkar Kommuna setur so órímulig krøv til Mikladal og Trøllanes meðan eingi krøv verða sett til arbeiðsfólk, tá ið Kommunan setur fólk í Klaksvík.
Fyri mær kundi tað sæð út sum at Klaksvíkar Kommmuna ætlar ikki at seta nakað fólk, slík fólk sum kunnu alt eru ikki til at uppdríva longur, og hvat siga fakfeløgini um lýsingina.
 
Magni Fles