til býráðshúsið í Klaksvík
at byrja 14. apríl 2014 ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðið umfatar dagliga reingerð av býráðshúsinum, harumframt høvuðsreingerð eina ferð um árið.
Lønar- og setanartreytir
Arbeiðstíðin er 15 tímar um vikuna.
Starvið verður lønt eftir sáttmála við avvarðandi arbeiðarafelag.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Onnu Mariu Joensen, starvsfólkaleiðara, á tlf. 410000 ella fartlf. 224434.
Umsóknir skulu sendast til:
Klaksvíkar Kommunu, Postboks 2, FO-710 Klaksvík ella til klaksvik@klaksvik.fo, merktar “Reingerðarfólk” og skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi hósdagin 10. apríl 2014.




