Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Søkt verður eftir vaktgangandi starvsfólki til Vørn/ MRCC

LÝSING

Av tí at tvey av okkara starvsfólkum fara frá fyri aldur, eru tvey størv, sum vaktgangandi á MRCC-Tórshavn (Maritime Rescue Coordination Centre), leys at søkja.


Starvið umfatar hesar uppgávur :

૭ Skiftandi vaktir og ábyrgd av vaktini

૭ Tilkallivakt

૭ Móttaka fráboðanir og taka støðu til- og samskipa hjálparveitingar á føroyskum sjóøki

૭ Lurtivakt á Tórshavnradio

૭ Vanligt fyrifallandi arbeiði á vaktini, t.d. Navtex, siglingarávaringar, veðurtænastan og ymiskt í sambandi við tilbúgvingina


Førleikakrøv:

· Nautiska ella aðra viðkomandi útbúgving

· Hava hollan kunnleika til føroyskt, norðurlendskt og enskt mál

· Hollan kunnleika til teldur

· Fullgilt GMDSS prógv

· Góð samstarvsevni


Setanartreytir:

Starvið er tænastumannalíknandi og er lønt í 28. lønarflokki sambært avtalu

millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið. Starvsheitið er eftirlitsfólk.

Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið, og er tænastustaðurin í løtuni á MRCC-Tórshavn.


MRCC bjóðar:

Eitt avbjóðandi starv, sum virkar undir altjóðareglum hjá IMO/ICAO og føroyskum lógarverki.

Ískoytislæru um: Leiting og bjarging, og hvussu farast skal fram.


Persónligir eginleikar:

Kunna arbeiða sjálvstøðugt. Vera fyrikomandi og duga at samstarva við allar partar í tilbúgvingini her á landi og í útlondum.


Meira fæst at vita um starvið:

við at venda sær til MRCC- Tórshavn tlf. 351302


Umsóknir:

Saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu verða Vørn/FVE, Yviri við Strond 3, postrúm 1238, 110 Tórshavn í hendi innan mánadagin 14.mars 2016, kl. 12:00. T-postur : journal@vorn.fo

MRCC TÓRSHAVN