Harleywoodpaint
Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sølan av atgongumerkjum gongur væl

John William Joensen

Frá KÍ frætta vit, at sølan av atgongumerkjum til dystin sunnudagin kl. 15 gongur væl.

Í hesum sambandi verða atgongumerki seld í forsølu á Magn-støðini í Klaksvík og í kioskini við Toftagjógv á Toftum til og við leygardagin 18. juli.

– Vit hava ikki talið á seldum atgongumerkjum, men sølan hevur gingið væl og vit hava selt ikki so lítið á Toftum.

Við í KÌ hópinum til dystin sunnudagin verða so kend nøvn sum Atli Danielsen, Todi Jónsson og Páll Klettskarð.

Liðið hjá Bill McLeod má tó sigast at verða favorittur – toftamenn hava havt eina fantastiska landskapping higartil – men vit vantað at KÍ fer at geva teimum ein harðan dyst.

Koyr á KÍ

Harleywoodpaint