Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sølan av Føroya Banka skal viðgerðast einaferð enn

Oliver Joensen

Hetta sigur Tjóðveldisflokkurin í tíðindaskrivi, tí flokkurin ivast í leistinum hjá landsstýrismanninum Bárði Nielsen.

2. mai 2006 atkvøddi Tjóðveldisflokkurin fyri samtyktini um at heimila Fíggingargrunninum frá 1992 at selja partabrøv í Pf. Føroya Banka. Hetta varð gjørt, eftir at vit høvdu verið við í fyrireikingini av uppskotinum og við tilsøgnini um, at ein politiskur fylgibólkur neyvt skuldi elta gongdina, hagartil samtyktin varð sett í verk.

Okkara lutur var greiður frá byrjan, vit vildu tryggja áhugamál fólksins í eini optimalari sølu. Tryggja, at realiseraða virðið varð brúkt til at niðurgjalda almenna skuld við, og tað er ongin loyna, at fyri okkum var Búskapargrunnurin aðalmálið, og nógv megi varð brúkt fyri at fáa hann nevndan í sjálvari samtyktini, men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur onki gjørt fyri at fremja hann í verki. Hinvegin hevur hann tosað hvassliga at uppskotinum um búskapargrunn, sum nú liggur í tinginum.

Søluleisturin, ið stendur á frágreiðing, sum Súni Schwartz Jacobsen, Klaus Rasmussen og Jakob Fink hava gjørt, umboðandi SPEKT, RASMUSSEN & WEIHE og Alfred Berg, ABN AMRO, sonevndi 8.5 leisturin, varð semja um frá byrjan. Avgerandi atlitini eru síðani vorðin alkend. Annars kann nevnast, at lítið og onki felagsstarv hevur verið í politiska fylgibólkinum síðani hesa avgerðina.

Eftir at fyrrverandi formaður Búskaparráðsins, Hermann Oskarsson, hevur sett spurnartekin við søluna, og hevur róð framundir, at landsins myndugleikar eru í holt við at geva bankan burtur, um omanfyrinevndi søluháttur verður nýttur, og at sølan til einstakan strategiskan keypara ivaleyst hevði havt eitt virði, sum lá 40% omanfyri hetta, hevur alt meira ivasemið tikið seg upp um málið og í málinum.

Landsstýrismaðurin fekk í páskavikuni tveir danskar serfrøðingar at kunna fylgibólkin um støðuna, nú, áðrenn trýst verður á knøttarnar, sum bæði teir og landsstýrismaðurin hava tikið til.

Eftir fundin er málið fløktari, enn tað var frammanundan, og sigast má, at landsstýrismaðurin ikki hevur gjørt tað greiðari við sínum margháttligu úttalilsum, sum hava fjalt meir,a enn tey hava greitt. Og mýtan hjá Oskarssyni er ikki vikað.

Serfrøðingarnir siga nú, at marknaðurin hevur broytt seg so almikið, síðani frágreiðingin varð skrivað, fyri ári síðani, at nú er ongin virðismunur longur ímillum søluhættirnar. Einasta próvgrundin er ein – 1 – ídnaðarfyritøka, Lindab AB, í Svítjóð, ið onki hevur við bankavirksemi at gera yvirhøvur. Hetta einasta dømið stendur upp ímóti sekstan – 16 – dømum í frágreiðingini, sum tingsamtyktin stendur á, og sum greitt sýna, at meðalmunurin er 40% í sølum, sum eru farnar fram í bankaverðini í Norðurlondum síðani túsundáraskiftið.

Landsstýrismaðurin hevur í útlendskum miðlum boðað frá, at hann roknar við at fáa einar 2 milliardir fyri bankan. Donsku serfrøðingarnir søgdu á fundinum, at søluavkastið kom at vera væl minni enn hetta. Í útvarpinum í gjár segði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum: ”Ja, nú veit eg ikki, hvat man hevur væntað, at fingið fyri Føroya Banka. Eg vil siga tað, vissi vit fyri einum ári síðani mettu, at vit kundu fáa tvær milliardir fyri bankan, og tað er inklusiv tær 600 milliónirnar, sum vit hava fingið úgoldið í ekstraordinerum vinningsbýti, kann mann siga, so, so, ivist eg ikki í, at vit ikki fara at fáa tað fyri bankan, men enn er onki avgjør,t hvat vit fáa fyri bankan, og tað er heldur ikki, kom heldur ikki greitt fram av fundinum, hvat mann kundi fáa fyri bankan…………”

Sambært hesum eru føroyingar í holt við at selja Føroya Banka fyri eina upphædd, sum liggur ímillum 1 og 1,4 milliard krónur. Tvs. at bankin verður seldur fyri lítið meira enn eginognina. Harvið er onki at selja. Hetta stendur eisini upp ímóti virðinum, sum marknaðurin hevur sett á hin stóra bankan í landinum, Eik-bankan, sum er mettur til slakar 4 milliardir krónur. Ei dáni í, at áhugin fyri at keypa Føroya Banka er óvanliga stórur. Úr hesi støðu hevja seg nógvir spurningar, sum greiða má fáast á, áðrenn Bárður Nielsen og hansara donsku serfrøðingar sleppa at trýsta á søluknøttarnar.

Búskparráðið, Landsbankin og aðrir stovnar og fólk við skili fyri fíggjar- & búskaparmálum mega sleppa at siga sína hugsan um málið, sum tað nú liggur. Eitthvørt ruggar ikki sum tað skal. Eitthvørt er galið við bankanum, søluháttinum ella landsstýrimanninum. Tí má sølan útsetast, meðan vit fáa greiði á, hvar trupulleikin er. Tað er onki kynstur at geva ein banka burtur, kynstrið er at røkja áhugamál fólksins til fulnar, og tað gerst í hesum førinum bara við at fáa sum mest fyri søluna av Føroya Banka.

Tjóðveldisfokkurin heldur seg framvegis til politisku semjuna, men atlitið til eigaran, fólkið, ger, at vit staðiliga mæla landsstýrismanninum til at steðga á, meðan málið verður lýst til fulnar. Tað er skyldan hjá okkum øllum, sum eru vald at verja áhugamálini hjá borgarum landsins.

Um landsstýrismaðurin ikki ætlar at fylgja ráðum okkara, heita vit staðiliga á løgmann Føroya, Jóanes Eidesgaard, um at taka málið upp til nýggja viðgerð alt fyri eitt.


v/ Tjóðveldisflokkin


Tórbjørn Jacobsen, umboð í politiska fylgibólkinum