Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sølan av tveimum triðingum av Føroya Banka sera væl eydnað

John William Joensen

Fíggingargrunnurin far 1,2 milliardir krónur fyri tey 67 prosentini av partabrøvunum, sum vóru seld í hesum umfarinum og tað er omanfyri tað sum roknað var við

Eyðun á Rógvi, formaður í Fíggingargrunninum vil ikki vátta tølini, men sigur at teir eru sera væl nøgdir við søluna.
– Vit vita ikki heilt hvat endaliga sølan bleiv men vit liggja omanfyri tað sum vit vantaðu at fáa fyri bankan.
– Tað hevur verið stórur áhugi fyri partabrøvunum og tað eru serliga keyparar úr Føroyum, Danmark og Íslandi – men eisini keyparar úr øðrum londum.
– Tá fundur hevur verið í kvøld vita vit meira at siga og ætlanin er at úrslitið verður alment í morgin.

Kursurin á tí samlaða bankanum varð settur at vera í mestalagið 1,89 og sum tað ljóðar á formanninum í fíggingargruninum so er endaliga sølan ikki langt frá loftinum.

Hesuferð vóru tveir triðingar av partabrøvunum seld og tey fóru fyri 1,2 milliardir, sum umvegis Fíggingargrunnin endað í landskassanum.